Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Um vikuskiftið vitjar Lukas Graham aftur í Føroyum. Bólkurin hevur tvær konsertir í Havn – fríggjakvøldið og leygarkvøldið – og nógv fólk ætla sær at uppliva Lukas Graham enn einaferð á palli í Føroyum.

- Tað var so fantastiskt, seinast vit spældu í Føroyum, at eg veit ikki, hvat eg skal vænta ella vóna hesaferð. Hesaferð hava vit eitt sindur meira tíð í Føroyum og kunnu uppliva meira, so eg vóni, at vit fáa møguleikan at hitta fólk, eta góðan mat og uppliva náttúruna.

- Vit geva okkum altíð fult út til konsertirnar, og eg vóni, at fólk eisini koma í góðum lag og hava hug at njóta kvøldini saman við okkum. Okkara mál við framførslunum er at fá fólk at flenna, dansa og gráta á somu konsert, og eg komi ikki til Føroya við minni ambitiónum enn aðrastaðni. Tað er heldur øvugt. Vit hava nógv at liva upp til, nú vit koma aftur til Føroya at spæla.

- Móttøkan, vit fingu í Klaksvík í august, er tað villasta, vit hava roynt higartil. Vit gleða okkum sera nógv til konsertirnar, og vit kunnu lova, at vit fara at okkara ítarsta fyri fáa tvær góðar konsertir saman við føroyingum, sigur Lukas Forchammer.

Konsertirnar við Lukas Graham verða í høllini á Hálsi í kvøld kl. 21.00 og leygarkvøldið kl. 21.00. Konsertin leygarkvøldið er útseld, men atgongumerki fáast framvegis til konsertina í kvøld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo