Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í gjárkvøldið komu tøkningar hjá Lukas Graham til Føroya at gera klárt til konsert í høllini á Hálsi í Havn í kvøld og annaðkvøld. Saman við fólkum frá Ljóðtøkni hava teir í dag gjørt pall, ljóð og ljós klárt í høllini.

Bólkurin Lukas Graham skuldi koma til landið í dag, men illfýsið veður órógvaði ferðingina nakað. Men tá ið alt kom til alt, bleiv ferðin bert ein tíma seinkað, og Lukas Graham er komin til landið og er til reiðar at spæla konsertina í kvøld.

Konsertin byrjar kl. 21.00, og dyrnar lata upp kl. 20.00. Talan er um standikonsert.

Útselt er til konsertina leygarkvøldið, men atgongumerki fáast framvegis til konsertina í kvøld. Tey kunnu keypast við dyrnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo