Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Framgongdin hjá poppbólkinum Lukas Graham tykist ongan enda fáa. Seinastu tvey árini hevur bólkurin spælt seg upp á tindin í Danmark, og eisini uttan fyri Danmark hava alt fleiri fangað tónleikin hjá bólkinum.

Hóskvøldið fekk Lukas Graham eina MTV heiðursløn handað fyri at hava verið besti danski bólkur farna árið. Fríggjakvøldið vann Lukas Graham saman við Suspekt P3 heiðursløn fyri ársins hitt við sanginum Søndagsbarn.

Harafturat er Lukas Graham eisini í uppskoti til fleiri heiðurslønir til Danish Music Awards seinni í ár.

Lukas Graham fegnast eisini um, at bólkurin nú er ovast á hitlistum í Svøríki, har sangurin ”7 Years” hevur slóðað fyri frambrotinum.

Lukas Graham spælir konsertir í Havn fríggjakvøldið og leygarkvøldið.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo