40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fróðskaparsetrið: - Tað er ikki nóg mikið at vita, at eitt parlament hevur eftirlitsamboð tøk, tí tað er eisini ein spurningur um, hvørjir møguleikar verða brúktir og nær, sigur Hallbera F. West, adjunktur, sum arbeiðir við eini granskingarverkætlan um parlamentariskt eftirlit.

Granskingarverkætlanin fór at spíra eftir, at Hallbera F. West hevði gjørt sína ph.d.-ritgerð, sum eitur "MP Firefighting: When do MPs hold government accountable?", har Føroya Løgting var kannað.

Við ritgerð síni vísti hon, at tingvirksemið, sum tingfólk sjálv taka stig til, er stýrt av partapolitiskum endamáli, og at eftirlitsvinningurin er ein eyka vinningur heldur enn høvuðsvinningurin. Tó bendi granskingin eisini á, at um eftirlitsarbeiðið er neyvt stýrt við mannagongdum og greiðum leiklutabýti, so tálmar tað partapolitiska máttin, sum annars er.

Hallbera F. West vildi tó eisini royna at fáa svar uppá, nær hendar atferðin í breiðari høpi ger seg galdandi, og hon setti sær fyri at søkja um granskingarstuðul til tess at svara spurninginum, hvussu vit kunnu skyna millum leiklutirnar sum parlamentarikarar og partapolitisk tingfólk.

Granskarin søkti um og fekk góðar 700.000 krónur í granskingarstuðli frá Carlsbergfondet til at seta luppin á týdningarmikla eftirlitið, sum parlament skulu hava við útinnandi valdinum. 

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo