Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Mikukvøldið vórðu fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið á skránni, og við sigrum á ávikavist AB, ÍF, TB og B36 er greitt, at liðini í hálvfinalunum vera HB, KÍ, 07 Vestur og Víkingur.

Hvør møtir hvørjum í hálvfinalunum verður avgreitt við lutakasti, sum verður í Degi og Viku í kvøld klokkan 19:00.

Fyrru hálvfinalurnar eru settar at vera mikudagin 7. september, meðan seinnu hálvfinalurnar verða spældar mikudagin 5. oktober. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 29. oktober.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo