Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum í 2-1 sigrinum á Turkalandi í Nations League í september 2022 - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Føroyar eru í stýrkisbólk 2 í deild C, tá lutakast verður um, hvussu spælast skal í komandi UEFA Nations League kapping, sum er á skránni í heyst.

Í styrkisbólki 1 í deild C eru Rumenia, Svøríki, Armenia og Luksemborg, í styrkisbólki 2 eru, umframt Føroyar, Aserbadjan, Kosovo og Bulgaria, í styrkisbólki 3 eru Norðurmakedónia, Slovakia, Norðurírland og Kýpros, og í stýrkisbólki 4 eru Belarus, Litava ella Gibraltar, Estland og Lettland.

Lutakastið, sum verður hósdagin 8. februar klokkan 17:00, verður skipað á tann hátt, at Føroyar koma í bólk saman við einum av londunum í styrkisbólkunum 1, 3 og 4.

Dystirnir í UEFA Nations League 2024/2025 verða spældir í tíðarskeiðunum 5. til 10. september, 10. til 15. oktober, og 14. til 19. november í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo