Ein útlendskur maður síðst í 40unum doyði umborð á Suðringi í gjár. Skipið var statt einar 100 fjórðingar í ein útsynning úr landi tá maðurin fall í óvit. Manningin bað um hjálp frá MRCC, og Vørn skrivar, at ein tyrla frá Atlantic Helicopters varð send til hjálpar.
Útvarpið visti at siga, at tað bar ikki til at taka mannin upp í tyrluna, tí tað var so óslætt har sum Suðringur var staddur, og skipið mátti tí sigla nærri landi. Tá maðurin fekk hjálp var staðfest, at hann var deyður.
Myndugleikarnir arbeiða nú við at geva teimum avvarandi boðini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo