Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Tórshavnar kommuna: Magnus Gunnarsson og Tórshavnar Kommuna skipa fyri stórari myndaframsýning á Reinsarínum í Tórsgøtu á ólavsøku. Talan er um eina fyrr og nú-framsýning, har nýggja myndin er tikin á sama stað sum tann gamla.

Talan er sostatt um eina framsýning við gomlum og nýggjum myndum, har nýggja myndin er tikin á sama stað sum tann gamla.

Við at sammeta myndirnar sæst, hvussu ómetaliga stórar broytingar eru farnar fram í høvuðsstaðnum í tíðarskeiðnum millum, at myndirnar eru tiknar. Eisini, hvussu nógv býurin er vaksin.

Umleið 100 myndir eru á framsýningini.

Framsýningin er opin á Reinsarínum í fýra dagar - frá hósdegnum 27. juli til og við sunnudagin 30. juli frá kl. 14-21.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo