Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

In.fo hevur í dag gjørt nógv burturúr, at Magn skal hava brúkt føroysku ALS-skipanina og samstundis sent stór vinningsbýti til sínar partaeigarar.
 
Trupulleikin er bara, at tølini ikki eru røtt. Hetta er sera harmiligt, og tí kenna vit okkum noydd at rættleiða skrivingina.
 
Skeiv tøl
In.fo vil vera við, at Magn hevur sent sínum eigarum 33 mió og 134.000 krónur í vinningsbýti fyri 2019. Hetta er heilt einfalt ikki rætt. Vinningsbýtið til partaeigararnar, sum teir fáa fyri árið 2019, útgoldið í 2020, er 18 milliónir krónur.
 
Vinningsbýtið, sum in.fo nevnir, er í veruleikanum eitt afturkeyp av partabrøvum, ið avgerð var tikin um í 2018, og sum var framt á sumri 2019.
 
Skeivu tølini verða so knýtt uppí Corona kreppuna, og at starvsfólk hjá Magn hava verið í ALSskipanini. Og eisini her er tørvur á rættleiðing.
 
Stongdu støðirnar

Tá koronasmittan fór at herja av álvara, gjørdi Magn av at steingja handlarnar á øllum bensinstøðunum í knappar tvær vikur. Hetta hevði sjálvsagt við sær stóra minking í søluni hjá felagnum, men vit mettu hetta vera eitt neyðugt stig fyri at avmarka smittuna í landinum.
 
Tá sølustøðini vórðu stongd, fóru nøkur av teimum tímaløntu í serligu koronaskipanina hjá ALS. Tað vóru greið signal frá almennu myndugleikunum í mars, at fyritøkur skuldu koyra starvsfólk í ALS-skipanina, tá alt lukkaði niður. Og ikki gera sum vanligt, at tillaga arbeiði hjá tímaløntu starvsfólkunum eftir, hvussu nógv er at gera.
 
Magn hevur fleiri tímalønt í starvi, serliga skúlaungdóm, sum arbeiða á bensinstøðunum kring landið. Hesi gera eitt megnar arbeiði, men tað er ein sannroynd, at tey arbeiða nógv, tá nógv er at gera. Tá lítið er at gera, arbeiða tey minni. Og tá onki er at gera, er onki arbeiði til tey tímaløntu.  
 
Magn fekk onki burturúr hjálparpakkunum
Magn hevur fingið upplýst frá ALS, at tey tímaløntu á Magn hava fingið tilsamans umleið 250.000 krónur úr skipanini.  
 
-Tað er púra misvísandi at rógva framundir, at Magn skal hava fingið nakað burturúr hjálparpakkunum hjá landsstýrinum. Hetta er heilt einfalt ikki rætt. Tá Magn stongdi bensinstøðirnar, høvdu nærum øll tey tímaløntu arbeiðsfólkini ikki verið biðin til arbeiðis kortini.
So Magn fær onki burturúr hjálparpakkanum, sigur Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður í Magn.
 
Onki fastlønt starvsfólk hjá Magn hevur verið í ALS-skipanini
– Vit hava fleiri fastlønt, sum vit kundu valt at sent í ALS skipanina. Og so hevði talan verið um pening, sum kom Magn til góðar. Men tað hava vit valt ikki at gera. Øll tey fastløntu hava verið til arbeiðis, og summi hava brúkt feriu o.a. hesa tíðina, meðan koronasmittan hevur gjørt um seg. Vit halda ikki, at Magn skal hava nakran hjálparpakka, og vit hava ikki móttikið rakstrarstuðul, sigur Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður í Magn.
 
Jens Meinhard Rasmussen
nevndarformaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo