Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

“tað var eg sum lýddi í oyrað á høgna mohr
at hansara pennur er fullur av hjartablóði
at hann er nógv størri skald enn jóanes nielsen”

Rakkaljóð, s. 76

Agga Niclasen

Sunnudagin 8. oktober fyllir rithøvundurin, Høgni Mohr, 55 ár.

Søgan hevur tað við at endurtaka seg. Og tað ger hon eisini við Høgna Mohr. Skaldinum, sum tykist fáa somu lagnu sum Poul F. og Jens Pauli Heinesen – menn, sum máttu stríða seg ígjøgnum listarligu tilveruna, tí tey etableraðu í listafelagsskapum, kulturkøssum og virðislønarnevndum ikki vildu vita av teimum. Sjálvandi vilja tey ikki tað, men meir um tað seinni.

Vitandi er, at Høgni ongantíð hevur fingið nakra almenna virðisløn ella ein veruligan og væluppibornan luns av mentanarfænum. Og seinast, tá hann gav kanska ta mest umtalaðu og mest óviðgjørdu bókina út síðani Ó, Saga JAM, varð hann ikki so frægt sum ummæltur í útvarpinum – annað enn av fólki, sum ikki høvdu lisið bókina. Eingin bók hjá honum er heldur lisin upp í útvarpinum. Hann bleiv ikki eingong boðin við til árligu bókadagarnar í Norðurlandahúsinum. Maðurin má mestan vera ov lítið danskur til hasi við Norðara Ringveg.

Skommin er almenna Føroya lands, nú Høgni Mohr, hesin djúphugsandi provokatørur, fyllir 55.

Høgni ger mun. Tað ger hann, tí hann virðir allar meiningar, serliga outrerar sálir, og tosar bert um tað, sum hevur substans. Høgni og eg eru tey mannfólk, vit eru, hvørjumøðrum at takka: ein longsilsgrundað leitan eftir einum tryggum staði, har dogmuleysir sannleikar liva og “mammuímyndin”, fyri at sitera føðingardagsbarnið, “er okkara felags ýti”. Tú, vinurin, hevur lært meg at halda meg sjálvan út – at vera í mær sjálvum. Takk.

Høgni ger mun. Tað ger hann við hansara forbannaða kenslusemi, ið bæði er hansara styrki og veikleiki. Styrki, tí um títt ljós er undir í myrkri, sýgur hann teg upp. Veikleiki, tí kemur tú uppundan, fert tú víðari. Tað gert tú, tí hann ræðir lívið úr tær. Og tað ger hann, tí hann sær ikki tign, men teg. Og uppundan kemur tú, tí hann fær vin sum óvin at føla seg sum verðinsmeistara.

Høgni ger mun, tí meðan kærleiki er ein avgerð fyri tey flestu, er hann ein kensla fyri hann.

Fólk í tíggjutúsundatali hava lisið Saga JAM, og tað skortar ikki upp á bivan og virðing – sum við bestseljaranum Fractura nasi: ein tilverulig ferðafrásøgn úr Føroyum, hvørs høvuðsmotorur á longu leiðini er leitanin eftir svarinum upp á sorg, svik og skilaleysar siðvenjur. Alt avbjóðingar, annars, sum Høgni Mohr, um erfaringsgrundaða intuitión, er, ja, verðinsmeistari í at avdúka og avbjóða.

Saga JAM, Høgnasa magnus opus, kom út í fjør heyst. Hetta meginverk høvundsins las eg upp fyri unnustuni. Hóast ógloymandi løtur var endamálið eginliga ikki at forføra hana í enn størri mun. Ikki ordiligt. Men heldur ein pliktandi hugur at geva seg í part við mín góða vin, sum hevur tað fyri at brúka seg sjálvan sum livandi bumbu í hansara dreymum um eitt utopiskt samfelag. Ein idealstat, har tað ónormala er normalt.

Í æviskaldsøguni verður útstaddi barndómsvinur høvundsins tugdur og, so hvørt, pallsettur av nýggjum. Søgan er skrivað í einum poetiskum meldureldi av saftarmiklum setningum, hvørs konstruktión kemur úr Vági. Tað, ið eftir stendur um Jan Allan Müller, er ein samvitskufullur familjumaður og pressari av Guds náði. Endurføddur í almannaeygum.

Eins og Jóanes Nielsen er Høgni Mohr í ytsta instansi ein maður av upplýsingini. Drívmegin er at avhylja og lýsa veruleikan, samfelagið og menniskjans náttúru, og tað gera teir við at provokera. Báðir søkja teir botnleysa dýpd og ein ótilgjørdan vakurleika, hvørs trá er at ogna sær sítt egna lív.

Teirra amboð er at prika. Teirra endastøð er at vera fríur.

Gamaní, tað verður gingið nær, men gjarna við kærleika – sum tá ið Jan Allan gevst at royndarvenja við Manchester United og kemur heim aftur til Vágs í ótíð:

Men so kom pápin undan kavi. Hann var ikki skelkaður. Hann var púra svakur:
“Hvat ið heita, hula, helviti gert tú her, tín heita, hula, helvitis klovn! Far til helvitis aftur til Onglands við tær! Hvat ið helviti gert tú her! For heitasta helviti!”

Eitt omanlop av øði og eiðum var ikki akkurát tað, Jan Allan hevði brúk fyri.

Hann hevði brúk fyri at hoyra:
“O fanin, tað er gott, at tú er komin heim! Deiligt! Okkum hevur longst eftir tær!”
Saga JAM, s. 66

Bertolt Brecht vildi, at sjónleikur skuldi vísa fólkinum júst sama veruleika, við øllum tess ósambæri og armóð, ið eyðkennir teirra lív. Við at undirstrika, hvussu falskur veruleikin í einum leiki er, brúkti reformistiska leikskaldið úr Augsburg alskyns pret í tí vón, at áskoðarin skilti, at hansara veruleiki var eins eftirgjørdur – og, av tí, broytiligur. Hesin marxistiski máti at skoða list, haldi eg, er eitt ikki sørt Høgnasianskt sermerki.

Í Saga JAM ger rithøvundurin sum týski teoretikarin við at kalla á okkum um at verða verandi í leiklutinum sum eygleiðari. Rætt, rithøvundurin sær til, at vit viðhvørt flenna í kíki. Viðhvørt lippa. Men hann hevur brúk fyri, at vit hugsa. Tað hevur hann, tí annars gevur spektakulert barsagda innlitið í lívið hjá hesum mytiska einmansheri úr Tippinum onga meining. Og tað ger tað bert, um vit skilja, at JAM í grundini kundi verið tú og eg.

Ikki er lætt at vera Høgni Mohr. Ein óvani, hetta, at vera so drápuliga erligur, halda helst nøkur. Har er bara einki at gera, tí sum rithøvundur krevur hann høvuðbrýggj. Sum privatpersónur tað sama. Svik og trivial-fyribrigdið, at liva í nú’inum og gloyma seg burtur, er skaput og, sostatt, ikki ein møguleiki í hansara verð. Minst av øllum í hansara egnu verð. Tað, tó, er hann til reiðar at taka avleiðingarnar av, og tá eru sannleiksorð ommu Jan Allan Müllers, “tað skal nokk ganga tað heila – um ikki annað, so av Helviti til”, ein troyst.

Eingin annar føroyingur hevði kunnað skrivað hesa skaldsligu ævisøgu. Og tað er ikki tí, at Høgni er einsamallur, tá um ræður mótgongd. Hansara lív hevur altíð verið “mótgongd av Helviti til”. Frá barni. Sum barnaheimsbarn. Hesin maður kann ikki skriva uttan pínuna. Og tað er við hesum pínufulla penni, nørt av einum ótroyttandi ynski um ógjørligan fullkomileika, at hann fremur atsóknir ímóti lívslygnum.

Høgni er, sum privatpersónur og rithøvundur, sín egni leiguhermaður. Hann er tikin av einsemi og mammulongsli; og tá er skít lítið annað at gera enn at reisa seg úr sofuni, fara til gongu og finna molar á leiðini, ið eru ella minna um kærleika, og seta teir saman til eitthvørt, ið tekur seg út sum eitt breyð. Tað er í hesum, at vera so teymaleyst tilvitaður um hesa líðing, at hann er heilt einsamallur.

Felagsskapur, ella fráveran av sama, óprýddur veruleiki og uppgerð ímóti einum upphevjaðum mentunararvi sleptur fyri sjálvsaga og tilvistarligari tyngd eru evni, ið ganga aftur í Høgnasa skaldskapi. Tí eigur ongin gerast skakkur av bilsni, at Høgni er so væl lisin. At kalla øll tey, sum fóru upp á reptilsku bakbeinini útgávudagin, hava nú lisið skaldsøguna og síggja, at hon er eitt stórverk við nógvum fasettum, skrivað við hjartablóðinum úr æðrunum hjá rithøvundanum sjálvum – fyri at taka aftur í yrkingina hjá Jóanesi Nielsen um Høgna Mohr.

Samtíðis noyðist óvitaliga skaldið at liva í lutfalsligari askesu og brúka helvtina av tíðini til at aka á knøunum fyri at fáa lívið at hanga saman. Var tað ikki fyri tey summi, ið bæði eru rík og hava tilvit um landsins einastu kongafamilju, teir fríu rithøvundarnir, var hann langt síðani antin deyður i hungri ella givin á hondum við sínum meltaðu knøum. Men Høgni hevur rættan rygg og heldur treystliga fram uttan bil, fartelefon, brennivín og sigarettir – sjálvt um tað er ótrúligt, at hann tímir at berjast móti teirri alráðandi elituni, ið, sum Høgni sjálvur sigur, er hálvavegna sjálvútnevnd.

Tá hann og eg hava gingið handa mest smáborgaraliga túrin, ið er, kring Ringvegin, og síggi hann fara afturundir á veg niðan í Berjabrekku, hugsi eg, mestsum í øvund: “Hasin har, Agga, hann hevur vunnið tann størsta sigur, eitt menniskja kann vinna. Sigurin á sær sjálvum.”

Okkara vinskapur hevur lært meg um tað, at vera fríur, ella loksins at verða fríur. Tað merkir ikki kunstiga gleði, henda latanin-sum-um, at alt gongur fínt. At blíva fríur merkir, at tað ber til at seta seg niður á ein stól og hava tað av Helviti til uttan at fara upp at piprast. Sum Lynda Randle syngur: “I am free from the fear of tomorrow.”

Hansara skaldskapur tekur støði í hesum.

Fólk lesa ikki Høgna Mohr, tí at hann altíð hevur grein í sínum máli. Tað hevur hann ikki. Ikki eingong eg. Fólk lesa hann, tí hann er í samsvari við veruleikan. Teksturin hjá Høgna er hartil ikki bara tekstur. Hann er musikkur við meining. Hann er sín egna táravætta tónagrein, sum fer at bergtaka fólk, so leingi føroyskt fer at vera til. Kanska eru bøkurnar hjá Høgna ein ikki so lítil orsøk til, at okkara móðurmál er við sítt fríska lív inni í evnisligum krókum, har eingin annar torir at fara – vegna vandan fyri at verða útihýstur av teimum veruligu dilletantunum.

Tí vilja tey ikki vita av listafólki sum Høgna Mohr. Flest fólk eru sjálvglað. Eg eri. Men so eru tað tey, ið eru so full av sær sjálvum, at teimum tørvar luft, og als ikki hava áhuga í at viðgera onnur enn seg sjálvi. Minst av øllum tey, sum hótta status quo. Er tað tí nakar, sum burdi verið viðgjørdur, er tað Høgni Mohr. Men hann verður ikki viðgjørdur, júst tí, at hann leggur líka í at varðveita støðuna, sum hon er – tøgn, vita tey viðurkendu, kann drepa. Hann verður ikki viðgjørdur, tí fólk ræðast tað, hesin bohemi og makaleysi rithøvundi umboðar. Eitt lív uttan veggir.

Eg veit, til dømis, at eitt alment betalt ferðalag fór til Fraklands í fjør. Hetta til tess at gera vart við eitt nú føroyskan skaldskap. Eg veit eisini, at magnfulli teksturin eftir Høgna Mohr, Fimm franskar, nettupp er týddur til franskt. Mær kunnugt var teksturin hjá Høgna tann einasti franskt-týddi, sum kom út í bók tað árið. Men hann varð ikki boðin við til Fraklands, har fólk sum Kinna Poulsen og føroyska promoveringsorganið, Farlit, sum skal spíta út føroyskan skaldskap út í heim, skipaðu fyri tiltøkum.

Á, sum søgan endurtekur seg. Pínligt nokk eisini fyri tey fordømandi í okkara tíð. Tey fara at standa eftir júst sum hini, sum í síni tíð ikki kundu torga Poul F. og Jens Paula Heinesen – og fyri so vítt eisini William Heinesen, sum sjálvt eftir 90 ára føðingardag sín alment bleiv lagdur undir at gera fólk og føroyingum fyri skommum.

Fractura nasi er týdd til danskt og verður gjørd til film. Smærru tekstirnir hjá Høgna í stórverkinum, Slepp tær til heiti fani, eru gimsteinar allir sum ein. Sama er í skreytverkinum, Grøðandi greinir, og bóklinginum um tað tómliga tolsemi. Alt vitnar um ein frían og hápotentan penn, sum ikki livir av “sosialt grundaðari viðurkenning”.”

Tað mest ræðandi í hesum spilli av gulli er, at Høgni Mohr verður sagdur ikki at vera ungur. Og so hoyrir hann eisini til mest niðurtraðkaðu “rasuna” í verandi meginráki: hann er maður. At hann so hevur tann vakrasta, tann mest feminina, uppreistrarsinnaða og poetiska pennin; tað er ein tvørsøgn, sum vil nakað.

Seinasta dømi er, at ein ung filmskvinna fekk skrivipremiu frá teirri steindeyðu Ebbu Hentze, har ið menn sum Høgni vegna aldur, helst eisini kyn og seksuellan samleika, eru hektaðir av. Fólk kunnu sjálv samanbera tekstir hjá Høgna og teirri ungu filmskonuni og so mongum øðrum, sum fáa rithøvundaprís.

Skaldskapurin hjá Høgna er so alna langt framman fyri tað mesta av hinum tíðarniðurbundna, sum kemur út.

Eingin torir at siga tað, men nógvar av bókunum hjá teimum sjálvútnevndu, sum duga at spæla spælið at hoyra til, og sum tí fara avstað við listafólkslønum og ára longum starvslønum upp í saman, fara at verða gloymdar og ongantíð tiknar niður av hillunum aftur – uttan tá ið tær skulu á Reyðakross.

Bøkurnar hjá Høgna Mohr, hinvegin, eru ævigar aldur, ið fara av verða tiknar av hillum í heilum fyri at verða endurlisnar, so tær kunnu bróta av nýggjum og reinsa dunnuhylin, sum Føroyar eru og fara at vera nøkur ættarlið afturat.

Tit, sum nú eru elitan, eru lítið frægari enn tey, sum dømdu hargaskøldini Jens Paula og William í teirra samtíð. Tit eru... Føroya størsta skomm.

Hjartaliga til lukku við teimum 55 árunum, Høgni Mohr.

Vinurin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo