Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Áhugi er fyri at bjóða uppá føroyska oljufelagið Magn, og nevndin í Skeljungi hf, sum er íslendska felagið sum eigur Magn, hevur tí gjørt av, at tey sum møguliga ætla at bjóða skulu lata eitt boð inn í seinasta lagi 4. juni. Boð skulu latast til Kvika Bank, sum er ráðgevi hjá Magn í málinum.

Hesum hevur Skeljungur boðað marknaðinum frá.

Tað var 24. mars at Skeljungur boðaði frá, at nevndin umhugsaði at selja Magn, og 13. apríl vórðu tøl úr 2021 ætlanunum hjá Magn kunngjørd, so møguligir keyparar høvdu okkurt at taka støðu útfrá.

- Fleiri hava víst áhuga, men nevndin tekur sær rætt til at velja og vraka ímillum tey boð sum møguliga koma, verður eisini sagt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo