Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Flest øll hava verið framvið ella inni á gólvinum á Magnstøðini við Streymin, sum í dag hevur stóran dag.

Tað var Leif Niclasen, ið byrjaði virksemið hin 29.apríl 1976  - tá nevdist tað Shellstøðin við Streymin og tá var eisin café í húsinum, og var hetta sama árið sum Norðskálatunnilin var tikin í nýtslu.

Magnstøðin við Streymin, sum í dag hátíðarheldur 40 ára stovningardagin, hevur øll árini verið rikin av familjuni hjá Leif Niclasen.

Gestir og veitarar hjá Magnstøðini hava vitjað, har bjóðað hevur verið ymiskt gott, og nú seinnapartin kl16.30 kemur kendi Klovnurin BUBU at vitja, og fer at geva børnum ballónir og annað gott, umframt at hann fer at syngja og framføra - eisini ein nýggjan sang.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo