Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

07 Vestur: Magnus Powell hevði ikki starv í øðrum felagi, tá hann í juni 2021 kom til 07 Vestur, eftir at Heðin Askham legði frá sær. Seinasta felagið hann vandi var Levanger í 3. bestu deidini í Norra.

Tað var skjótt eyðsæð at Magnus var eitt slag av venjara, vit ongantíð áður hava sæð í felagnum. Hann hevur meir enn nakar flutt felagið nøkur risafet á tí ítróttarliga økinum, eins og hann hevur verið ein hollur stuðul hjá umsitingini í teirra arbeiðið, hesa stuttu tíðina hann var í felagnum. 

Tað sum Magnus leggur eftir seg er ein vitan um hvat krevst at flyta felagið longur framá í føroyskum fótbólti. 07 Vestur leitar nú eftir nýggjum venjara, ið kann taka staffettina upp eftir Magnus. 

Hóast vit eru hørm um, at Magnus fer til annað felag, so taka vit tað sum eitt herðaklapp at Østersunds FK hevur lagt til merkis hvat Magnus Powell og 07 Vestur hava avrikað í 2021. 

07 Vestur takkar Magnusi fyri tíðina og vilja vit ynskja honum bestu eydnu í Østersunds FK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo