Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSS: Farna vikuskifti var eitt stórt vikuskifti fyri føroyska vektlyfting. Hetta var nevnliga fyrstu ferð, at FSS var við til Small Nations Tournament, ið er eitt stórt fet ávegis til fullgyldugan altjóða limaskap. Føroyar vórðu upptiknar til Small Nations tann 26. februar í ár.

Kappingin varð hildin í Monaco, og vit høvdu tveir íðkarar við, sum umboðaðu Merkið. Pól Hendrikur Andreasen og Maibrit Reynheim Petersen. Pól er núverandi NM meistari og Maibrit er núverandi DM meistari. Afturat teimun var eisini landsliðvenjarin, Frank Petersen, við á ferðini.

Pól Hendrikur lyfti í B-bólkinum hjá monnum. Hann hevði undan kappingini tveitt nakað av vekt, so hann kappaðist í -67 kg flokkinum, har hann eigur tvey føroyskt met. Pól Hendrikur lyftið 92 kg í trekk og 117 kg í vend & stoyt. Tilsamans fekk hann 209 kg í tvídysti og 301,25 Sinclair stig, ið er næst besta úrslit hjá Pól Hendriki nakrantíð. Stigini vóru nokk at geva honum eitt 11. Pláss av 17 íðkarum.

Beint eftir Pól Hendrikur hevði lyft, var tað Maibrit Reynheim Petersen, ið skuldi lyfta. Venjingarnar hava gingið væl hjá Maibrit seinastu tíðina, og tað sást eisini aftur á kappingar-pallinum. Maibritt byrjaði á einari hægri vekt, enn hon áður hevur byrjað, og endaði á einari hægri vekt, enn nøkur føroysk kvinnu er endað á. Maibrit fekk øll 6 lyftini góðkend, og hon lyfti 85kg í trekk og 104kg í vend & stoyt og tilsamans ein tvídyst á 189kg. Hon fekk 232,13 Sinclair stig ið gav henni eitt 7. Pláss av 15. Umframt tað fekk Maibrit føroyskt met í øllum greinunum.

Vit eru ómetaliga stólt av íðkarinum hjá okkum, og gleða okkum sera nógv at fylgja stóru menningina hjá tykkum.

Komandi leygardag er FM í vetklyfting á skránni, kappingin verður hildin í nýggju hølunum hjá Burn Klassik, og har verður byrjað klokkan 13.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo