40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til fyrispurning frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, um makrelkvotur.

Spurningar:

1. Hvat grundarlag verður nýtt fyri at býta nýggju makrelkvoturnar, tey 60.000 tonsini?

2. Fer landsstýrismaðurin at luta út kvotur til viðkomandi fiskivinnuverkætlanir í Sandoynni, Norðstreymoy og Suðurstreymoy, nú kvotupartur okkara av makrelinum hækkar?

3. Um ikki, við hvørjum grundgevingum velur landsstýrismaðurin ikki at geva áðurnevndu økjum ein møguleika at menna vinnuvirksemi grundað á nýggja tilfeingið av makreli?

Svar:

Til nr. 1.
Landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð um, at meginparturin av tí, ið makrelkvotan er økt við, verður latið í sama lutfalli millum skipabólkarnar, sum makrelkvotan hevur verið latin seinastu árini.

Til nr. 2.
Tað er ikki hugsanin at luta makrelkvotur grundað á landafrøðilig atlit. Tað var eitt atlit, sum varð brúkt at luta menningarkvotur undir seinastu samgongu.

Verandi samgonga hevur tikið av ta skipanina.

Ein partur av makrelkvotuni verður samsvarandi sjófeingislógini tó settur av til vinnuligar royndir og verkætlanir – íroknað kvotur til ítøkilig skipakeyp og ískoytiskvotur til rakstur av verandi skipum.

Tað er gjørligt hjá persónum/feløgum um alt landið á jøvnum føti at søkja um at fáa burturav hesum partinum av makrelkvotuni, sum er settur av til hesi endamál.

Til nr. 3.
Sum tilskilað omanfyri, er skipanin við menningarkvotum, har m.a. landafrøðilig atlit vórðu tikin, tá hesar vórðu útlutaðar, tikin av.

Harvið er farið frá at brúka landafrøðilig viðurskifti í sambandi við at útluta kvotur.

Sum eisini er tilskilað omanfyri, fer at bera til hjá persónum ella feløgum allastaðni í Føroyum at søkja um lut í kvotunøgdunum, sum settar eru av til vinnuligar royndir og verkætlanir.

Tey í spurninginum nevndu økini fáa harvið møguleika á jøvnum føti við persónar og feløg aðrastaðni í Føroyum at søkja um tøkar kvotur.

Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo