40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Mynd: Alessio Mesiano

Mynd: Alessio Mesiano

Mynd: Alessio Mesiano

Visit Faroe Islands, Sørvágs Kommuna, Umhvørvisstovan, Havstovan, Visit Vágar og Tjóðsavnið hava orðað 10 felags tilmæli um, hvørji átøk eiga at verða sett í verk í Mykinesi, sum kunnu verja fugl og lendi og sum kunnu hava við sær eina burðardyggari ferðavinnu í oynni.

Ríka fuglalívið og náttúran í oynni hava givið Mykinesi eina serstøðu sum vælumtókt ferðamál og sum Ramsar-øki, ið inniber, at Føroyar binda seg til at seta í verk verndarátøk fyri sermerktu økini.

Felags tilmælini eru úrslit av eini longri tilgongd og nógvari umrøðu um, hvussu ferðavinnan eigur at verða skipað í oynni. Hóast grannastevnusamtyktir og fleiri tilmæli hava verið frammi um at seta í verk verndarátøk og avmarkingar, hevur tað víst seg at vera trupult at fremja tað í verki. Mykines er gott dømi um, at galdandi lóggáva als ikki er nøktandi, tá tað snýr seg um at verja týðandi náttúruvirði.

Partarnir eru á einum máli um, at tað væl ber til at seta í verk avmarkingar, samstundis sum ferðavinnan í økinum verður ment; at tað í roynd og veru er ein fortreyt fyri framhaldandi ferðavinnumenning í Mykinesi, at avmarkingar verða settar í verk saman við menningarátøkum, ið skipa ferðsluna og skapa betri vinnuligar fortreytir og trivnað í oynni.

Partarnir eru eisini á einum máli um, at tað er átrokandi at seta inn nú. Fyrsta stigið eigur at vera at flyta ferðsluna burtur frá størsta lundalandinum í Føroyum, ið liggur á leiðini út í Mykineshólm.

Tilmælini verða løgd fram á almennum fundi í skúlanum í Sørvági hósdagin 13. februar kl. 19. Landsstýrismaðurin í Umhvørvis- og Vinnumálum fer eisini at greiða frá yvirskipaðu politisku ætlanunum á økinum.

Sí tilmælið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo