Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá fyrispurning frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um støðuna viðvíkjandi máli um bót til alifelag, settur landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum, Magnusi
Rasmussen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)

Fyrispurningur
1. Hvør er støðan viðvíkjandi málinum um bót til eitt alifelag uppá 67 mió. kr., sum ákæruvaldið kunnaði løgmann um í desember 2021?

2. Hvat er hent fyrisitingarliga í málinum?

3. Heldur landsstýrismaðurin, at viðgerðin av hesum máli er samsvarandi rættartrygd hjá fyritøkum og almenningi?

4. Er nakrantíð áður hent, at eitt líknandi mál er kunnað til løgmann og síðani sent víðari til eitt aðalráð, áðrenn ein fyrisitingarlig viðgerð er liðug og avgerðin fallin?

Svar
Spurningur nr. 1 og 2 verða svaraðir undir einum

Heilsufrøðiliga starvsstovan, ið er stovnur undir Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, hevur viðgjørt og tikið støðu í málinum. Niðurstøðan hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni varð, at málið skuldi latast fútanum til støðutakan.

Tá mál verða fráboðað fútanum, er tað fútin sum fær málsræði á málinum, og er Heilsufrøðiliga starvsstovan eftir tað einans við til at upplýsa málið.

Vísandi til omanfyristandandi, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan vátta, at stovnurin heldur grundarlag vera fyri at staðfesta, at ein alifyritøka hevur framt brot á galdandi lóggávu. Málið er fráboðað fútanum, sum tí hevur málið um hendi.

Til spurning 3
Heilsufrøðiliga starvsstovan heldur grundarlag vera fyri at staðfesta brot á lóggávu, ið stovnurin umsitur. Málið er tí sent fútanum sambært galdandi lóggávu.

Fyrisitingarliga er málið ikki handfarið øðrvísi enn onnur mál, har fyrisitingarligur stovnur staðfestir brot á serlóggávu.

Til spurning 4
Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur fingið upplýst frá Løgmansskrivustovuni, at løgmaður ikki áður er kunnaður av fútanum um líknandi mál. Harumframt eru í skjalagoymsluni hjá Løgmansskrivustovuni í tíðarskeiðinum 2000-2022 ikki dømi um líknandi kunning frá fútanum.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 26. september 2022
Magnus Rasmussen
Landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo