Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Orð eru fátøk, nú Jens Eli Ellefsen er farin um sýn. Vinnulívskempa, skaldaúrmælingur og ein óendaligan lívsvilja.

Leygarmorgunin ringir telefonin og eg fái boðini. Mín góði vinur, Jens Eli, er farin. Ikki tí, hann hevur í áravís bart við heilsuna og klárað tað. Men nú hoknaði holdið undan, hóast sinnið vildi nakað annað.

Fekk at vita, at sjálvt til tað allar síðsta, megnaði hann at skemta við sjúkrarøktarfrøðingin, sum gav honum blóð.

Hann vildi vita, hvønn politiskan lit blóðið hevði. Hon visti ikki, men hann segði seg nokk finna úttav tí um nakrar tímar.

Á míni vinnulívsleið havi eg havt samstarv við Jens Eli. Altíð lættur at samstarva við og skuldi tað hent, at tað gekk illa hjá honum, so fekk man tað at vita beinanvegin.

“Man tað ikki fara at ganga”, segði hann altíð við einum smíli.

Seinastu árini hevur heilsan hjá honum verið ímóti. Men hansara lívsmót hevur kempað ímóti og hevur hann klárað kampin líka til nú.

Vit báðir, Edward beiggi, hava av og á lagt leiðina niðan á Trøðna hjá Jens Eli og Emmy.

Í túninum Lasarus, veðrarnir standa spyrjandi og hyggja at okkum, meðan gæsnar vagga framvið.

Vindeygað á kvistinum brestir upp, haðani Jens Eli ljóðar, “Vælkomnir, kom innar”.

Áðrenn vit eru komnir inn, so ljóðar urgan beint innanfyri hurðina. Vit lata upp og tá hevur Jens Eli sett seg við urguna at spæla og syngja onkrar av sínum mongu sangskattum.

Á bróstinum hanga myndir av mongu skipunum, sum Jens Eli hevði latið smíðað ella keypt til landið, yvir 20 í tali. Her hangur ímyndin av einum ótali av hýrum, sum hann hevði skapt til føroysku familjurnar.

Komnir upp trappurnar, stendur Emmy fyri okkum. Henda megnarkvinna, sum hevur staðið aftanfyri og vart fyri øllum brotasjógvum, sum Jens Eli er komin í.

Kaffi og kakur koma á borðið. Hugnin angar og Jens Eli við sínum lætta lindi, fær smíl og látur fram hjá okkum beinanvegin.

Úr glugganum á Trøðni síggja vit nøkur av verkunum, hann hevur skapt saman við øðrum. Vit síggja Snarfrost, Rækjuvirkið, Bygdarhúsið og Fótbóltsvøllin.

Fyri sína heimbygd ynskti Jens Eli at skapa arbeiði og hugna. Av Trøðni síggja vit, at hann skapti bæði.

Seinastu árini er komin ein sonevnd Hoyvíksklika, har vit báðir, Jens Eli, hava verið bjóðaðir við.

Skipað er fyri útferð á hvørjum árið seinastu 8 árini. Vit hava m.a. verið í Tindhólmi, Slættanesi og á Blankskála. Sjálvt borðin í rullustóli á og av hellum, var Jens Eli ovurfegin og skemtaði og sang saman við okkum.

Á hesum túrum, hava vit altíð sungið sálmin: “Bert ein dag, eitt bil í senn eg fái”. Júst soleiðis var Jens Eli. Hann vildi fáa tað besta úr hvørjum degi. Við hansara lætta lindi, megnaði hann eisini at fáa næsta dagin.

Líka til nú, har lindið enn var leikandi lætt, men holdið hoyknaði undan.

Á jarðarferðini í dag ljómaði hesin sálmur so vakurt í Miðvágs Kirkju.

Hesa løtu leita mínir tankar til tín Emmy og eisini Sonfinn, Kitty May og Elin við familjum.

Tit hava mist ein megnar mann, pápa, verpápa og abba.

Mugu minnini styrkja tykkum í sorgini.

Friður veri við minninum um mín góða vin, Jens Eli Ellefsen, sála.

Jørgen Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo