Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

At njóta seyðrandi tíðindasendingarnar í KvF er framúr.

Mánakvøldið vóru í D&V loyvini við makrelkvotum til línubátar (eini 4.000 tons) rullað á skermin við øllum politisku “gávubrøvunum” avdúkað og tíbetur umrødd upp í saman, so eingin ivaðist í rotinskapinum.

Sera gott og snildisliga var Høgni Hoydal av vertinum púrasta hildin uttanfyri, hóast Jacob Vestergaard í hjálparloysi royndi at greiða frá, at HH hevði gjørt júst tað sama, tá trolbátar í bólki 2 á sinni fingu 22.000 tons av makreli sum gávu frá verjanum av ogn Føroya Fólks.

At sitandi samgonga tvíheldur um at hava gjørt umfordeiling, so m.a. línubátar og harvið manningarnar eisini fáa lut í nógva makrelinum, skal sjálvsagt vera fjalt fyri almenninginum. Tað passar snøkt sagt ikki.

Tað kláraði verturin framúr og ikki minst eisini hon sjálv í Breddanum í gjár (makin hjá setursserfrøðini), har Jacob V. bleiv tráspurdur og avdúkaður, sum tann hann er – handlangari hjá stórreiðarunum.

Mest avdúkandi var kortini, at verturin mánakvøldið, sum jú hevur politisku royndirnar og skilið sum fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður fyri javnaðin, lat Hoydal út í æsir ótarnað pensla og skuldseta fólkaflokkin at vera tað hann er, nevniliga korruptan.

Hetta vita øll, so gott, at KvF fær hildið hatta í ljósmála uttan at seta kritiskar spurningar um handan politiska sannleikan.

Týskvøldið fingu vit í D&V eitt sera gott resumé av rotinskapinum.

Hesaferð við avdúkandi grafikki og við sera væl uppsettum framrokningum um stuldur av ogn Føroya Fólks. Fyri hundratals milliónir. Gáva til tríggjar navngivnar persónar.

Hetta ger samgongan ístaðin fyri at landskassin fekk ogn okkara at umsita.

Jú, hasin javnaðarverturin og redaktørurin og øll hini eru heilt óundverilig fyri okkum, sum ynskja rotinskapin avdúkaðan.

Meiri av hasum. 

Og forrestin, so er fyrrverandi javnaðarløgmaðurin harafturat vorðin fastur hofleverandørur í sakligheit í KvF.

Tað kann man finna seg í.

Samhaldsfasti obsørver

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo