Hvalbiar kommuna: Í dag komu so manningaskúrarnir til Hvalbiar, har arbeiðsfólkini hjá RTS skulu búgva komandi mánaðirnar.
Seinni í vikuni er ætlanin at amboðini fara at koma og arbeiðið so smátt fer í gongd.
Eftir ætlan skal arbeiðið vera liðugt í ár.
Hvalbiar kommuna ynskir RTS blíðan byr við arbeiðinum at gera brimverjuna aftur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo