Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Sunnukvøldið 6. desember, klokkan 19.30, verður aftur møguleiki at hoyra Tórshavnar Manskór. Tá fer kórið nevniliga at hava jólakonsert í Vesturkirkjuni.

Í vetur hava Bjarni Restorff og Kári Bæk verið kórleiðarar, og í tí sambandi hevur Kári sett út fleiri sangir til manskór. Harímillum nakrar jólasangir, sum kórið fer at framføra á konsertini sunnukvøldið.

Seinastu mongu árini hevur kórið fyrst í desember á hvørjum ári skipað fyri einari jólakonsert, men tað hevur eisini verið fast, at halda konsertina saman við onkrum øðrum. Antin gestasolisti ella onkrum gestakóri.

Fyri trimum árum síðan var Karlakór Reykavíkar á vitjan, í 2013 vóru Sólarmagn og barnakórið Cantus við og í fjør var jólakonsertin hildin saman við Eystanljóð og Eivør Pálsdóttir.

Í ár verður jólakonsertin í Vesturkirkjuni hildin saman við Tórshavnar Kamarkóri, undir leiðslu av Bernarði Wilkinsson.

Kórini bæði hava rættiliga fitt til felags.

Millum annað eru tey eru á leið javngomul. Tórshavnar Kamarkór var stovnað í 1985, Tórshavnar Kamarkór í 1986. Eisini hava teir báðir kórleiðararnir hjá Tórshavnar Manskóri leitt Kamarkórið okkurt tíðarskeið.

Tórshavnar Kamarkór er eitt øgiliga væl umtókt kór, sum hevur drúgvar royndir. Kórið hevur nógvar framførslur hvørt ár og hevur eisini givið tríggjar fløgur út; ta seinastu fyrr í ár.

Manskórið hevur kanska sjáldan verið so væl fyri, sum tað er beint nú. Áhugin at syngja við hevur verið stórur millum menn, so stórur, at nevndin fyribils valdi at steðga fyri upptøku, tí tað er trupult at finna venjingarhøli, sum eru nóg stór til kórið.

Í løtuni hevur kórið umleið 60 skrásettar sangarar, og fyri kortum var met sett til venjing, tá 52 sangarar vóru og vandu.

Tórshavnar Manskór hevur vant væl og leingi til konsertina, sum verður í Vesturkirkjuni sunnukvøldið 6. desember klokkan 19.30.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo