40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nógv kenna einsemi í gerandisdegnum, og tí skipar Margarinfabrikkin fyri tiltøkum, har børn og ung koma hvørjum øðrum við, tosa saman og ikki minst síggja hvønn annan.

Í gjárkvøldið var spurnakapping um einsemi á skránni, og tá komu børnini og tey ungu til orðanna við hugsanum sínum. So at siga øll, børn sum ung, vistu um ein ella fleiri, sum eru einsamøll. Børnini og tey ungu komu við nógvum góðum boðum uppá, hvussu vit kunnu basa einseminum.

Tá ið fyriskipararnir spurdu, hví børn og ung kenna einsemi, vóru svarini millum annað hesi:

-at tú ert øðrvísi
-at tú ert tjúkkur ella lítil
-at tú ert brúnur
-at tú ert blivin misnýtt
-at tú ert samkyndur
-at tú hevur tað ringt heima
-at tú verður happaður

Nú seinnapartin 28. apríl bjóðar Margarinfabrikkin ókeypis millummála til øll børn, sum koma í Margarinfabrikkina kl.14.30. Og í kvøld bjóðar Margarinfabrikkin ókeypis døgurða.

- Vit fara øll at eta saman og koma hvørjum øðrum við. Vit vóna at síggja nógv børn og ung, og øll eru vælkomin at taka ein vin við til eina hugnaliga máltíð saman við okkum í Margarinfabrikkini, sigur Salua Manai, leiðari í Margarinfabrikkini.

Komandi vikurnar eru barnafundir á skránni í Margarinfabrikkini, og tá verður kavað longur niður í evnið einsemi.

- Vónandi verða bæði børn, ung og vit sjálv tilvitað um, hvat vit sum medmenniskju kunnu gera fyri at eingin kennir seg einsamallan, sigur Salua Manai at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo