Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fróðskaparsetrið: Maria Skaalum Petersen er 47 ára gomul og hevur seinastu 15 árini arbeitt sum granskari í Føroyum.

Granskingarøkið hennara spennir víða og um fleiri heilsugranskingarøki, og hon hevur útgivið meira enn 85 vísindaligar greinar í altjóða viðurkendum tíðarritum – sum fyrsti rithøvundi á meira enn 25 greinum og seinasti rithøvundur á meira enn 20 greinum.

Uppbygt virðismikið dátutilfeingi
Í høvuðsheitum hevur Maria Skaalum Petersen granskað á epidemiologiska og kliniska økinum, og seinastu tvey árini hevur hon staðið fyri fleiri granskingarverkætlanum um koronu-farsóttina. Gransking hennara seinastu 15 árini fevnir m.a. um kanning av sambandinum millum umhvørvisevnir og ílegur og sjúkur, so sum Alzheimersjúku, Parkinsonsjúku og amyotrofiska laterala sklerosu (ALS) og afturvendandi kanningar av heilsustøðuni hjá eldri føroyingum í sjeyti-, áttati- og nítiárunum, umframt at hon hevur granskað í heilivágsnýtslu hjá teimum eldru.

At arbeiða við øllum hesum í senn hevur havt nógvar fyrimunir við sær, tí við hesum verkætlanum hevur Maria Skaalum Petersen uppbygt eitt virðismikið dátutilfeingi til núverandi og komandi granskarar.

Heiðrað fyri sína miðling
Maria Skaalum Petersen hevur sum granskari tikið stig til og staðið á odda fyri mongum granskingarverkætlanum, og hon hevur laðað sær altjóða samstørv við viðurkendar granskarar uttanlands. Eisini hevur hon verið gestagranskari á viðurkendum granskingarstovnum í longri og styttri tíðarskeið: Harvard University í 2006, University of British Columbia, Vancouver, Kanada í 2014 og University of California, Los Angeles (UCLA) í 2018.

Umframt gransking hevur Maria Skaalum Petersen royndir við hægri undirvísing og vegleiðing av lesandi á øllum akademiskum stigum, t.e. bachelor, master og ph.d.

##med2##

Eisini hevur Maria Skaalum Petersen verið sera gávumild við síni vitan á almenna pallinum og hevur verið nógv frammi í fjølmiðlunum við nýggjastu granskingini um aktuell evni á heilsuøkinum. Fyri hetta stóra íkastið fekk hon Miðlaheiðursløn 2022 frá Granskingarráðnum m.a. við hesari grundgevingini: “Maria Skaalum Petersen dugir sera væl at miðla sína gransking til almenningin á ein lætt skiljandi hátt og vísa á týdningin av granskingini í okkara gerandisdegi”.

Starvsleið
Maria Skaalum Petersen er útbúgvin farmaceutur frá Danmarks Farmaceutisk Højskole í 2004. Í sambandi við endaligu uppgávu sína har var hon heima í Føroyum sum partur av eini granskingarverkætlan, og longu tá bleiv hugur hennara til gransking kveiktur.

Í 2008 fekk hon ph.d.-heiti í heilsuvísindum frá Syddansk Universitet. Síðani flutti hon heim aftur til Føroya, har hon fyrst arbeiddi sum post doc og síðani sum granskari á Deildini fyri Arbeiðs-og Almannaheilsu.

Í mai 2017 bleiv hon - við framhaldandi tilknýti til Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og við stuðli frá Sjúkrakassagrunninum - lektari  á Fróðskaparsetri Føroya, har hon arbeiddi til 1. juli 2023, tá hon varð sett sum leiðari á nýstovnaðu Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum.

Maria Skaalum Petersen hevur síðani 2019 eisini røkt uppgávuna sum leiðari á Deplinum fyri heilsu- og almannagransking og síðani 2020 virkað sum granskingarleiðari á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Setrinum.

Professarameting
Maria Skaalum Petersen er nú professaramett sambært reglugerð fyri professarastørv á Fróðskaparsetri Føroya.

Tríggir óheftir professarar frá útlendskum granskingarstovnum hava mett um førleikar hennara, og eru teir ivaleysir í síni niðurstøðu: Maria Skaalum Petersen er sera væl skikkað til professarastarv í heilsuvísindum.

Nú Maria Skaalum Petersen verður tilnevnd adjungeraður professari í heilsivísindum á Fróðskaparsetri Føroya, fer hon – sum siður er - at halda almennan professarafyrilestur. Lýst verður nærri á www.setur.fo, nær fyrilesturin verður.

Magni Mohr, dekanur og professari á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Setrinum, sigur soleiðis um professoratið hjá Mariu Skaalum Petersen:

- At blíva professari, sum er hægsta akademiska heitið, er bæði trupult og krevjandi. Maria hevur arbeitt hart og miðvíst í næstan 20-ár, og vit á Fróðskaparsetrinum eru sera fegin um at hava fingið ein professara knýttan at okkum aftrat. Vit eru fáir professarar í Føroyum, og serliga er talið á kvinnuligum professarum lágt. Tí er tað so sera gleðiligt, at Føroyar nú fáa ein kvinnuligan professara, sum eisini er tann fyrsti nakrantíð á heilsuøkinum, sigur Magni Mohr og leggur aftrat, at tað, at Maria nú eisini er leiðari í Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverki Føroya, passar sera væl, nú arbeitt verður við at skipa universitetssjúkrahús í Føroyum.    

Eisini Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, fegnast um tilnevningina
- Fyrst og fremst vilja vit ynskja okkara starvsfelaga hjartaliga til lukku við professarastarvinum. Maria er burturúr fakliga dugnalig, miðvís og fær meira av skafti enn tey flestu. Hetta eru eginleikar, sum vit longu nú hava lagt til merkis, og sum vit hava tørv á fyri at flyta føroyska heilsuverkið enn longur fram á leið, sigur hann og leggur aftrat:

- Rúgvusmikla granskingin hjá Mariu hevur altíð havt sama endamál: at nýggja vitanin skal koma sjúklingunum til gagns. Hetta eru somu súlur sum ætlanirnar við nýstovnaðu Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum og universitetssjúkrahús hvíla á. Tvær verkætlanir, sum Maria í stóran mun fer at mynda frameftir, sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo