Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

NOMEX: Norðurlendski tónleikaídnaðurin hevur avdúkað teir 20 einstaklingarnir undir 30, sum bera ídnaðin fram við árliga Nordic Music Biz Top 20 Undir 30-framtakið, sum NOMEX (Nordic Music Export) skipar fyri.

Nordic Music Biz Top 20 Undir 30 gongur nú á sætta árið. Fokuserað verður á fjølbroytni í ídnaðarvinnuni og sjangrum, sum endurspeglast í tí fjølbroytta tónleikapallinum á økinum. Í ár er listin eisini vaksin við einum talenti úr Føroyum. NOMEX, sum er eitt samstarv millum norðurlendsku eksportráðini, hevur halgað seg til at ala fram vøkstur og menning fram í  norðurlendsku tónleikavinnuni í meira enn eitt áratíggju.

Aftanfyri pallin hava hesi ungu professionellu ein týðandi leiklut í vøkstrinum av norðurlendskum tónleiki og ávirkan hansara kring heimin. Tey koma við nýggjum perspektivum og nýskapandi hugskotum í einari vinnu, ið broytist alla tíðina. Hvørt ár velur dómarapanelið 20 einstaklingar undir 30, sum eru mettir at hava eina møguliga framtíð sum vinnuleiðarar. Hesir vinnarar verða heiðraðir á by: Larm Festival – eitt stórt tiltak í norsku tónleikavinnuni, sum verður hildið í Oslo í Norra.

Í ár er príshandanin sett til hósdagin 14. september. Nordic Music Biz Top 20 Undir 30 - móttakarar vórðu valdir grundaðir á eini røð av kriterium, sum t.d. vøkstur hjá fyritøkum, gongdin í yrkisleið, viðurkenning frá ídnaði, nýlig ávirkan á vinnuna, listarligari menning, nýhugsan, konsertinntøku, sølu, stroymingardata, atøkum og at verða hoyrd/sædd á útvarps- og sjónvarpspalli.
 
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er ein føroyingur valdur, og vit hava tað stóru gleði at ynskja Mariannu Winter til lukku við at vera ein av teimum 20 vinnarunum.
 
FØROYAR
Marianna Winter (23) A&R, TUTL
Marianna Winter Nagata er ein dynamisk kraft í føroyska tónleikaídnaðinum. Hon arbeiðir í løtuni sum A&R hjá TUTL, sum er fremsti umboðari og útbýtari av føroyskum tónleiki. Leikluturin hjá Mariannu fevnir víðari enn hennara A&R-ábyrgd. Hon er útgávustrategur og tónleikarafyriskipari og hevur aktivan leiklut í bookingtoyminum hjá G!Festivalinum. Hon er eisini leiðari í lokala jazzfelagsskapinum og bókar árliga Vetrarjazzfestivalin. Serkunnleikin hjá Mariannu var serliga viðurkendur, tá ið hon sat í panelinum til Trondheim Calling 2023 og segði frá sínum innliti í at navigera tónleikavinnuna. Haraftrat varð hon vald sum umboð til Reeperbahn International Trade Mission í New York Indie Week í fjør, har hon víðkaði sítt netverk uppaftur meiri.Við sínum víðfevndu royndum og innliti sum tónleikari, sangskrivari og listafólk er Marianna ágrýtin stuðul hjá spírandi listafólki í Føroyum, meðan hon eisini talar fyri rættindum hjá tónleikarum sum nevndarlimur í Tónleikasamband Føroya.
 
Fulli listin yvir vinnarar er hjálagdur saman við upplýsing um dómsnevnd o.a.

The Nordic judges for 2023:
Denmark: Anja Pil Christoffersen – Lawyer and Founder of Playback Studio / Innofounder
Nis Bysted – Founder, ESCHO / Manager Iceage and First Hate, Eva Frost – CEO, Jazz Denmark, Sweden: Marie Dimberg – President & co-Founder, Dimberg Jernberg Management, Jael Steinberg – Artist Strategy Director, Universal Music Sweden, Love Lagerberg – Agent, Luger, Finland: Eero Jääskeläinen - Program manager, Allas Sea Pool, Jannika Hovinen, Production Manager, All Day Management, Minna Koivisto, Label manager & A&R, Johanna Kustannus & Universal Music Finland, Iceland: Ása Dýradóttir - Project Manager at Reykjavík Music City, Soffía Kristín Jónsdóttir - Owner/Manager at Iceland Sync Management ehf., Unnsteinn Manuel Stefánsson - Co-Founder at 101 Productions ehf. Norway: Johanna Alem – Head of Event & Promotion, Universal Music Norway, Kedist Bezabih - Head of Music, International Rap festivals and touring, Goodlive Artists, Viljar Siljan – Artist Manager, Blu Perspective Management

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo