Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Viðfest er mynd av Jóannes A. Prestá (vinstru) og Markus Hellisdal (høgru)

Viðfest er mynd av Jóannes A. Prestá (vinstru) og Markus Hellisdal (høgru)

Viðfest er mynd av Jóannes A. Prestá (vinstru) og Markus Hellisdal (høgru)

Skála Ítróttarfelag: Markus Hellisdal verður partur av toyminum á Skála Ítróttarfelag komandi kappingarár.

Í gjár undirskrivaði Skála ÍF sáttmála við Markus Hellisdal. Hetta er ein týðandi partur í fyrireikingum, nú felagið fyrireikar seg at flyta upp í bestu deild komandi kappingarár.

Markus er 21 ára gamal og hevur síni ungdómsár leikað við B36. Seinasta kappingarárið var hann partur av hópinum hjá EB/Streymi. Hann var við í 24 dystum og hevði eina leiktíð á 1549 min. í Betri Deildini.

"Vit fegnast um at Markus verður ein partur av felagnum komandi kappingarárið og ynskja honum hjartaliga tillukku við sáttmálanum" sigur Jóannes A. Prestá, formaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo