Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í samband við Vetrarjazz 2016 verður matiné í Havnar kirkju leygardagin. Klaverleikarin Mattias Kapnas fer at spæla "Sonate pour piano 1924" (Sonata fyri klaver frá 1924) av Igor Stravinsky og tvey verk av Kristian Blak "Vatn og grót 2008 og "Vatn og vind 2015".

Í báðum førum klavertónleikur sum tónaskøldini onkursvegna hava fingið íblástur til via jazztónleik - ella sokallaðan "rytmiskan tónleik". 

Igor Stravinsky livdi 1882 - 1971 og er eitt tað best kenda modernistiska tónaskaldið. Nakað av hansara tónleiki er sermerktur av, at hann fekk íblástur frá populertónleiki og ragtime, sum til dømis í verkinum "Søgan um ein soldat".

Eisini tónleikin hjá Kristian Blak kenna vit sum verandi ávirkaðan av bæði klassiskum og rytmiskum tónleiki - kanska serliga av tí, sum kann savnast undir heitinum "Improviseraður tónleikur".

Afturat hesum spælir Mattias møguliga eisini okkurt verk av J. S. Bach. Kundi verið ein góð kontrast til modernistiska tónleikin av hinum báðum tónaskøldunum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo