Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í samband við at Føroya Fólkatónleikarafelag 8. til 15. mars stílar fyri einari lítlari festival, "Várfólk", verður matiné í Havnar kirkju leygardagin.

Festivalurin var fyrstu ferð hildin 2014 og sum tá er kjarnin í slíkari stevnu lokala tónleikaumhvørvið, tó við vitjandi solistum. Hetta sæst aftur í matinéini leygardagin við tað, at tey framførandi bæði eru føroyingar og útlendingar.

Ungi føroyski sangskrivarin, sangarin og guitarleikarin Ragnar Finsson, framførir nakrar av sínum egnu sangum.

Uttanífrá eru tað Vera Kondrateva (sang, slagverk), Villu Veski (saksofon), sum spæla saman við Kristian Blak (klaver).

Vera er sangari úr fólkaslagnum Khanty í landnyrðinspartinum av Sibiriu. Khanty er finsk-ugriskt fólkaslag. Umleið 30.000 fólk tosa málið. Á konsertferð í Ruslandi, sum tónleikabólkurin Yggdrasil var á í oktober, var Vera solistur á konsert í býnum Surgut. Hon er nú í Føroyum og spælir konsertir og innspælir fløgu við Yggdrasil.

Villu Veski er saksofonleikari úr Estlandi. Hann hevur spælt saman við Yggdrasil og við fleiri føroyskum tónleikarum sum Lív Næs, Brandur Enni og Eivør.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo