40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

MATVIT: Komandi vikuskifti verður Norðurlandahúsið karmur um ráðstevnuna Matvit, hvørs endamál er at skapa karmar til at hittast, kjakast og sparra um, hvussu vit røkka burðardyggum matsjálvbjargni.

Hetta evnið er seinastu tíðina vorðið sera aktuelt í ljósinum av avleiðingunum, sum kríggið í Ukraina hevur á altjóða matvørutrygdina (t.d. vegna hækkandi prís á brennievni, handilstøðum, korni og øðrum matvørum).

Ráðstevnan byrjar fríggjadagin 8. apríl kl. 14, og tá verða fleiri spennandi og fjølbroyttar framløgur á skrá, ið hava til endamáls at geva íblástur til at hugsa um tað stóra perspektivið, tá tað snýr seg um matsjálvbjargni í Føroyum.

Millum annað fer Bettina Lindfors, ph.d. í stjórnmálafrøði og verkætlanarleiðari fyri Ny Nordisk Mad og samskiftisráðgevi í burðardyggum matskipanum hjá Norðurlandaráðnum, at leggja fram um, hvussu matur kann vera eitt drívhjól fram ímóti einum burðardyggari samfelag.

Eisini verður framløga við Anders Lerberg Kopstad, sum er norskur bóndi, MSc. í agroøkologi, ráðgevi og høvuðsundirvísari í regenerativum landbúnaði í Norðurlondum hjá Savory Institute.

Aðrir framløguhaldarar fríggjadagin eru: Magnus Rasmussen, landstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni, Jóan Pauli Joensen, professari emeritus, Fróðskaparsetur Føroya, Ragnheiður Bogadóttir, lektari í humanvistfrøði, Fróðskaparsetur Føroya.

Leygardagin 9. apríl verður fyrst ein verkstova um regenerativa beitisnýtslu við Anders Lerberg Kopstad, sum umframt at vera bóndi er ráðgevi og undirvísari hjá Savory Institute í Norðurlondum.

Hendan verkstovan vendir sær serliga til bøndur og onnur, ið fáast við og/ella hava áhuga fyri seyðahaldi ella aðrari nýtslu av beitislendi. Luttøka á verkstovuni er ókeypis, men krevur tilmelding, sum kann gerast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.

Eftir døgurða fer ein frá grønmetisgartnarínum Godis Grønt at hava eina stroymda framløgu um sølu og framleiðsluleistin “Community Supported Agriculture”, ið er eitt slag av lutalandbúnaði, har keyparin rindar fyri sín part av landbúnaðarframleiðsluni frammanundan.

Eisini verður verkstova um, hvat ein umhvørvisvinalig landbúnaðarvøra er í føroyskum samanahangi, og aftan á tað ein pallborðsfundur, sum m.a. fer at viðgera niðurstøðurnar frá verkstovuni og spyrja víðari, hvussu vit kunnu styrkja matsjálvbjargnið í Føroyum á ein hátt, har staðbundni matbúskapurin ber seg bæði fíggjarliga og umhvørvislig.

Matvit er fyriskipað av einum leysum netverki av persónum, ið virka fyri matsjálvbjargni, og í samstarvi við Norðurlandahúsið. Ráðstevnan er fíggjarliga stuðlað av Granskingarráðnum (sum liður í ph.d.-verkætlanini hjá Elisabeth Skarðhamar Olsen) og Búnaðargrunninum.

Meira kunning um ráðstevnuskránna er at finna á Facebook: https://fb.me/e/2j2miiAeU

Ráðstevnan er ókeypis, og tað er einans neyðugt við tilmelding í sambandi við verkstovuna um regenerativa beitisnýtslu hjá Anders Lerberg Kopstad. Freistin at melda til er hósdagin 7. apríl kl. 13 og kann gerast her: https://tix.fo/fo/nlh/buyingflow/tickets/364/898/

Í sambandi við ráðstevnuna verður eisini heimildarfilmurin “Food for the rest of us” sýndur fríggjakvøldið 8. apríl. Les meira og keyp atgongumerki til filmin her: https://www.nlh.fo/?event=8160/filmur-food-for-the-rest-of-us

Øll eru hjartaliga vælkomin á Matvit - hetta viðkemur okkum øllum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo