40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leygardagin 12. mai verður MC-Boogie aftur á skránni. Hetta er eitt tiltak fyri øll motorsúkkluáhugað, ið Føroya-MC skipar fyri.

Tiltakið hevur verið afturvendandi á hvørjum ári, og hevur tað verið mett sum startskotið til motorsúkklusesongina.

Tiltakið plagar at vera væl vitjað, og okkurt ári hava fleiri enn 100 motorsúkklur luttikið á MC-Boogie.

Tiltakið er skipað soleiðis, at súkklurnar møtast á Magn við Ringvegin í Tórshavn kl. 11, har møguleiki verður at fáa ein kaffimunn og prát við aðrar motorsúkklistar, áðrenn sjálvur túrurin byrjar.

Kl. 12 verður so farið avstað - fyrst verður koyrt ein túr gjøgnum býin, áðrenn farið verður norðureftir. Umleið kl. 12.45 verður steðgað við Magn við Streymin, har ein lítil steðgur verður og fólk kunnu strekkja beinini. Síðani verður koyrt til Selatraðar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo