Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Leygarkvøldið verður stórfingið Boyband-kvøld í Høllini á Hálsi. Ein av bólkunum, sum fer á pallin, er Boyzlife úr Írlandi. Høvuðsmenn í bólkinum eru Brian McFadden, sum var við í Westlife, og Keith Duffy, sum var partur av Boyzone. Teir spæla nú kendar sangir hjá teimum báðum heimskendu írsku dreingjabólkunum.

Hetta verður triðju ferð, at Brian McFadden vitjar í Føroyum. Fyrstu ferð var í 2005, og aðru ferð var í fjør.

- Hóast tað eru liðin meira enn 10 ár síðani mína fyrstu konsert í Føroyum, verður hon ikki gloymd, og tónleikararnir, sum vóru við tá, tosa framvegis um ferðina. Hon var fantastisk og gav mær hug at vitja í Føroyum aftur. Eg verði altíð so væl móttikin av føroyingum, so eg gleði meg veruliga til at koma aftur at spæla. Vit eru klárir at spæla leygarkvøldið, sigur Brian McFadden.

Keith Duffy vitjaði í Føroyum fyrstu ferð í fjør, og hann er ikki minni spentur at sleppa aftur til Føroya komandi vikuskiftið.

- Nú veit eg, hvat Brian hevur tosað um. Føroyar eru eitt sera vakurt og serligt stað, og eg eri sera fegin um, at vit hava fingið møguleikan at koma aftur at vitja okkara føroysku vinir og fjepparar, sigur Keith Duffy.

Boyband-tiltakið í Høllini á Hálsi leygarkvøldið bjóðar eisini ársins føroyska bólk Danny & The Veetos, Kim Hansen og DJ Mirjam Pætursdóttir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo