40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Í næstu viku einaferð fer samgongan at almannakunngera allar rokningarnar til okkum føroyingar.

Og sambært tí sum hevur verið fráboðað soleiðis leysliga í ymiskum forum og eisini ítøkiliga, so verða tað ikki smávegis byrðar, ið lagdar vera á fólksins smølu herðar.

Í munnligum fyrispurningi í vikuni var millum annað nevnt:

Sambært Poul Michelsen, uttanríkis- og vinnuráðharri, so arbeiðir samgongan við eini røð av avgjaldshækkingum. Talan verður bæði um vinnuna og húsarhaldini.

Skattagrundarlagið verður breiðari, segði Poul Michelsen við KVF. Tað er jú at skatta somu inntøkur á fleiri mátar.

Uttan at verða ítøkiligur, so brúkti Poul Michelsen orðingina "fleiri avgjøld" og nevndi hækkaðan vegskatt, hækkað bensingjald og orkugjald og fleiri gjøld á vinnuna. Gjøldini skulu leggjast á øll, segði hann við KVF.

Henrik Old, samferðsluráðharri, hevur lagt uppskot fyri tingið um at hækka skattin til Barsilsskipanina.

Rigmor Dam, mentaráðkvinna, hevur fráboðað skattahækking til KVF.

Eyðgunn Samuelsen, almannaráðkvinna, hevur fráboðað skattahækking til Samhaldsfasta.

Kristina Háfoss, fíggjarráðkvinna, lovar skattahækking til lág- og miðallønt sum arbeiða í útlondum, til dømis rakar tað sjúkrarøktarfrøðingin og handverkaran.

Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur nevnt gjald fyri parkering í Havn.

Høgni Hoydal, fiskiráðharri, hevur boðað frá veiðigjaldi á arbeiðspláss á sjónum.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo