40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Maria Skaalum Petersen, granskari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking, Fróðskaparsetur Føroya, hevur fingið játtað kr. 1.218.602 frá Velux Fonden til verkætlanina: Nýtsla av heilivági hjá teimum elstu eldri borgarunum (90+) í Føroyum 

Endamálið við verkætlanini er millum annað, at kanna hvønn heilivág tey taka og kanna um tey vita, hví tey taka heilivágin. Eisini er endamálið at spyrja tey um møgulig hjáárin, sum kunnu standast av heilivágnum, tey taka.

Talan er um eina tvey ára verkætlan, sum fór í gongd 1. september í ár, nakað seinkað av koronu.

Mett verður at um 500 fólk eru í aldursbólkinum 90+.

Ein sjúkrarøktarfrøðingur og ein heiliráðfrøðingur vitja nítiáringar um alt landið. Tey verða spurd um heilsustøðu og heilivágsnýtslu. Eisini verður ein lítil førleikakanning framd heima hjá teimum, t.d. av vøddamegi og javnvág og at enda verður blóðroynd tikin. 

Tá øll kanningarúrslit fyriliggja  verður mett um heilivágsnýtsluna og um ivamál eru um hana, verður hetta umrøtt við teirra kommunulækna, soleiðis at møguligar tillagingar av heilivágnum kunnu gerast.

Verkætlanin verður gjørd sum samstarv millum Sjúkrahúsverk Føroya, Fróðskaparsetrið, Landsapotekaran, Landsfelag Pensjónista, kommunusamstørvini, Kommunulæknafelagið, Heilsumálaráðið umframt professara Kaare Christensen frá Syddansk Universitet.

Meira kann lesast um verkætlanina: trýst her

Les eisini:

Heilivágur til demensrakt á breddan í Danmark

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo