Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Talið av viðtalum hjá kommunulækna í 2022 var 181.348, ið var 2% færri enn árið fyri. Av hesum vóru 9.200 avgreiddar umvegis telefon orsakað av Covid-19 smittuvanda. Knapt 4.600 ella 2,5% av viðtalunum vóru hjá fólki við bústaði uttanlands.

Áðrenn Covid-19, t.e. í 2019, var talið av viðtalum umleið 166.300. So vaks tað við knapt 19.000 ella 11% í 2020 og aftur við 2.600 ella 1,4% í 2021. Nú er talið so minkað nakað aftur í 2022.

Samanumtikið eru høvuðstølini fyri 2022: 

  • Í miðal vóru 3,3 viðtalur hjá kommunulækna fyri hvønn íbúgva í landinum 
  • Konufólk vitja kommulæknar oftari enn menn, har teirra partur av viðtalunum er 56% 
  • Børn í skúlaaldri vitja kommulæknan minst
  • Fólk yvir 70 ár vitja kommulæknan mest, roknað eftir fólkatalinum
  • Fægstu viðtalur uttan fyri dagtíð vóru í Suðuroy og Norðoyggjum
  • Flestu viðtalur uttan fyri dagtíð vóru hjá útlendingum og í Suðurstreymoy
  • Flestu viðtalur pr. íbúgva vóru í Sandoyarøkinum og fægstu í Norð- og Suðurstreymoyarøkinum og Suðuroy

Uppgerðin fevnir ikki um fyribyrgjandi ella sonevndar profylaktiskar viðtalur, so sum koppsetingar, upplýsing um gitnaðarfyribyrging, heilsukanningar av barnakonum og læknakanningar av børnum. 

Upplýsingarnar, ið Hagstovan hevur frá Heilsutrygd, fevna um virksemið árini 2016–2022 og lýsa býtið av viðtalum í kommunulæknaskipanini eftir bústaðarøki, vakttíð, aldri og kyni.

Samband við kommunulæknan umvegis telefon ella teldu er heldur ikki roknað við í yvirlitinum.    
Tó eru viðtalur, avgreiddar umvegis telefon orsakað av Covid-19 smittuvanda, taldar við, 25-túsund í 2020 og stívliga 9-túsund í 2021 og 2022.

Hægstur títtleiki í Sandoyar øki og lægstur í Norð- og Suðurstreymoyrar øki
Seta vit talið av viðtalum hjá fólki við bústaði í Føroyum í mun til fólkatalið, svarar tað í 2022 til 3,3 viðtalur fyri hvønn íbúgva í landinum, samanborið við 3,1 í 2019. Stórur munur er millum títtleikan í ymisku høvuðsøkjunum í landinum. Lægsti viðtalutíttleikin er í Norð- og Suðurstreymoyarøkinum og í Suðuroy við 2,9-3,0 viðtalum fyri hvønn íbúgva.

Størsti viðtalutíttleikin er í Sandoyarøkinum við 4,4. Harímillum eru Eysturoy við 3,5, Vágaøkið við 3,8 og Norðoyarøkið við 4,0.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo