Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin kemur lotið úr útnyrðingi, tað verður ælaveður og nakað kaldari, um 7 stig.

Týsdagin fyrst vestan síðani útsynningur men bert eitt lítið lot, sól ein stóran part av degnum, turt og lýggjari aftur, um 8 stig.

Mikudagin frískur vindur av útsynningi, okkurt ælstroyggj, hitin um 8 stig.

Hósdagin mestsum stilli, kanska ein ond eystaneftir, sólglottar og turt og hitin um 10 stig.

Fríggjadagin samdrigið og ælaveður aftur, lot av lágættum og hitin um 10 stig.

Næsta vikuskifti verður sól og lýtt og turt eisini, fyrst upp í ein strúk av útsynningi, síðani gul av eystri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo