Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri triðja ársfjórðing 2023 var 269 milliónir krónur, í mun til 325 milliónir krónur sama tíðarskeið í fjør. Úrslitið eftir skatt var 219 milliónir krónur, í mun til 249 milliónir sama tíðarskeið í fjør.

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

“Geirin fyri framleiðslu av fiskamjøli, lýsi og fóðri hevur gjørt eitt megnaravrik í hesum ársfjórðinginum, men vit eru ikki nøgd við gongdina í aligeiranum.

Seinastu árini hava vit støðugt fingið fiskin í føroysku sjógvalingini at vaksa betur og skjótari, og í fjør var vøksturin serliga góður. Í hesum ársfjórðinginum hevur vøksturin tó verið munandi lakari, enn vit høvdu væntað.

Serliga illa vaksin er tann fiskurin, sum í august 2021 varð útsettur fyri vánaliga vatngóðsku, orsakað av byrjunartrupulleikum á smoltstøðini. Avleiðingarnar fyri fiskin sóust í triðja ársfjórðingi 2023, tá ið fiskurin varð tikin. Hetta vísir á týdningin av at hava eina javna góða góðsku á smoltinum, ið verður framleitt á smoltstøðunum. Hetta er nakað vit fara at leggja serliga stóran dent á, nú vit økja framleiðsluna av stórum smoltum við víðkaðu smoltstøðunum á Norðtoftum, Glyvradali og Viðareiði, eins og á Applecross smoltstøðini í Skotlandi. Nú hava vit eisini gjørt avtalu um næstu stóru smoltstøðina ið verður bygd í Skálavík.

Í mai gjørdu vit eina royndarútseting í Skotlandi við stórum smoltum frá Applecross smoltstøðini, og vit eru væl ávegis við at økja framleiðsluna av stórum hágóðsku smolti haðani. Fyri at minka um lívfrøðiliga váðan í Skotlandi, hava vit endurskoðað strategiina fyri komandi árini. Hægri enn áður fara vit at raðfesta egin framleidd hágóðskusmolt og komandi ár fer Applecross smoltstøðin at lata nærum øll smolt til sjógvalingina. Eisini ætla vit at gera eina roynd við 500g smolti í Skotlandi longu í fyrsta ársfjórðingi komandi ár. Vit hava váðamett øll aliøkini í Skotlandi og fara at tillaga útsetingina hareftir. Tað merkir millum annað, at nøkur aliøkir ikki verða nýtt, fyrr enn vit eru før fyri at minka lívfrøðiliga váðan við stórum hágóðskusmolti.

Í Føroyum og Skotlandi hava vit avgjørt at útseta nakað av tøku til fyrst í komandi ári. Harvið verður fiskurin størri og kann seljast fyri hægri prís. Síðani miðskeiðis í september er lívfrøðiliga gongdin í Skotlandi batnað munandi og í Føroyum er hon munandi betrað. Tískil er ráðiligt at útseta tøkuna, eins og vit gjørdu í Skotlandi um somu tíð í fjør, ið vísti seg at vera sera væl eydnað.

Lúsastøðan hjá Bakkafrost er góð, bæði í Føroyum og í Skotlandi, við metlágum lúsatølum. Nýggj tøkni, serliga við feskvatni, hjálpir sera væl at basa laksalúsini, eins og hon avmarkar avleiðingarnar á heilsuna hjá laksinum, sum vit serliga hava havt trupulleikar av í Skotlandi í hesum ársfjórðinginum.

Marknaðurin fyri laks er góður og vøksturin í útboðnum av laksi er avmarkaður komandi ársfjórðingarnar. Kinesiski marknaðurin hevur tikið seg upp aftur og vit hava eisini styrkt okkara støðu á amerikanska marknaðinum. Vit vænta at prísurin á laksi verður høgur í fyrru hálvu av 2024.

Sum Bakkafrost áður hevur víst á, er nýggja tøkugjaldið í Føroyum ein dyggur smeitur fyri liðugvøruframleiðsluna, sum orsakað av broytingunum fyrr í ár, verður meira váðafull. Orsakað av hesum, minka vit munandi um liðugvøruframleiðsluna komandi ár. Hetta sæst aftur við at vit fyri komandi ár bert hava gjørt avtalur um liðugvørur svarandi til 9% av tøkuni, ið er minni enn helvtin av teimum 22% vit høvdu gjørt avtalu um somu tíð í fjør."

Havsbrún tók ímóti 109.685 tons (76.182 tons) av ráfiski í triðja ársfjórðingi 2023. Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 316 milliónir krónur (119 milliónir) og fóðursølan var 35.903 tons (37.763 tons). Fyrstu níggju mánaðirnar í 2023 tók Havsbrún ímóti 413.485 tons (251.763 tons) av ráfiski og framleiðslan av fiskamjøli, lýsi og fóðri hevði eitt rakstraravlop, EBITDA lutfall, á 23% (20%).

Í smoltaligeirunum í Føroyum og Skotlandi vórðu 5,8 milliónir (6,6 milliónir) smolt sett á sjógv í triðja ársfjórðingi 2023:

  • Føroyar: 3,3 milliónir (4,1 milliónir)

  • Skotland: 2,5 milliónir (2,4 millionir)

Fyrstu níggju mánaðirnar í 2023 vórðu íalt 16,3 milliónir (17,0 milliónir) smolt sett á sjógv:

  • Føroyar: 9,0 milliónir (9,4 milliónir)

  • Skotland: 7,3 milliónir (7,5 millionir)

Í triðja ársfjórðingi 2023 var rakstrarúrslitið í smoltaligeiranum í Føroyum 47 milliónir krónur (86 milliónir), svarandi til 34,67 krónur (51,69 krónur) fyri hvørt kilo av sjósettum smoltum. Í smoltaligeiranum í Skotlandi var rakstrarúrslitið 17 milliónir krónur (11 milliónir), svarandi til 59,79 krónur (42,55 krónur) fyri hvørt kilo av sjósettum smoltum.

Sjógvaligeirarnir fingu lægri søluprís í triðja ársfjórðingi 2023, í mun til sama tíðarskeið árið fyri. Tøkan í Føroyum var á leið tann sama sum sama tíðarskeið árið fyri, meðan tøkan í Skotlandi var lægri enn sama tíðarskeið árið fyri. Í triðja ársfjórðingi 2023 hevði sjógvaligeirin í Skotlandi útreiðslur av óvanligum felli, svarandi til 184 milliónir krónir (121 milliónir).

Samlaða tøkan í Føroyum og Skotlandi í triðja ársfjórðingi 2023 var 20.840 tons kruvd vekt (24.950 tons):

  • Føroyar: 16.740 tons (16.850 tons)

  • Skotland: 4.100 tons (8.100 tons)

Fyrstu níggju mánaðirnar í 2023 var samlaða tøkan í Føroyum og Skotlandi 55.939 tons í kruvdari vekt (66.129 tons):

  • Føroyar: 36.403 tons (47.410 tons)

  • Skotland: 19.536 tons (18.719 tons)

Sjógvaligeirin í Føroyum hevði eitt rakstraravlop á 108 milliónir krónur (274 milliónir), svarandi til 6,47 krónur/kg (16,29 krónur/kg) í triðja ársfjórðingi 2023. Sjógvaligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 282 milliónur krónur (rakstrarhall á 180 milliónir), svarandi til 68,70 krónur/kg (rakstarhall á 22,25 kr/kg) í sama tíðarskeiði.

Tænastugeirin hevði eitt rakstaravlop á 21 milliónir krónur (15 milliónir), svarandi til 0,99 krónur/kg (0,59 krónur/kg) í triðja ársfjórðingi 2023. Rakstraravlopið í prosentum var 10% (7%).

Í triðja ársfjórðingi 2023 var samlaði umsetningurin hjá sølugeiranum 2.188 milliónir (2.298 milliónir), við einum rakstraravlopi á 78 milliónir krónir (43 milliónir). Rakstraravlopið í prosentum var 4% (2%). Rakstraravlopið var 3,73 krónur/kg (1,72 kr/kg).

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 3.045 milliónir krónur við endan á triðja ársfjórðingi 2023, í mun til 2.664 milliónir krónur við ársendan 2022. Bakkafrost hevði 2.339 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan av triðja ársfjórðingi 2023.

Soliditeturin var 61% (62%) við endan á triðja ársfjórðingi 2023.

Úrslitið hjá Bakkafrost sambært gomlu geiralýsingini er at finna í appendix í frágreiðingini fyri triðja ársfjórðing 2023.

ÚTLIT

Marknaður
Útboðið av laksi minkaði í triðja ársfjórðingi 2023

Sambært Kontali Analyse eru seinastu metingarnar, at altjóða tøkan av laksi minkaði umleið 1,4% í øðrum ársfjórðingi 2023, í mun til sama ársfjórðing árið fyri, íroknað goymslubroytingar. Samanlagt við goymslubroytingum minkaði samlaða útboðið av laksi við umleið 2,8% í ársfjórðinginum, samanborið við sama ársfjórðing 2022, uttan goymslubroytingar.

Laksaprísurin hækkaði 9% í EUR
Laksaprísurin (í EUR) í øðrum ársfjórðingi var 9,2% hægri enn í triðja ársfjórðingi 2023, í mun til sama tíðarskeið árið fyri. Lítil vøkstur í útboði av laksi, og stórur eftirspurningur frá eittnú Kina og USA ávirkaðu prísin.

Eingin vøkstur í útboðnum í 2023
Í fjórða ársfjórðingi av 2023 verður altjóða útboðið væntandi 4% hægri enn sama tíðarskeið í fjør, uttan goymslubroytingar. Fyri alt 2023 minkar útboðið av laksi 0,5% í mun til árið fyri, uttan goymslubroytingar. Fyrsta hálvár 2024 veksur útboðið væntandi 3% í mun til árið fyri, uttan goymslubroytingar.

Bakkafrost leggur stóran dent á at hava góða marknaðaratgongd og selur laks til laksamarknaðir í Evropa, USA og Fjareystri. Hetta er við til at minka um marknaðarváðan. Síðani russisku innrásina í Ukraina hevur Bakkafrost steðgað øllum handli við Russland.

Aling
Nýggi brunnbáturin, Bakkafossur, hevur givið Bakkafrost heilt nýggjar møguleikar at viðgera fiskin móti laksalús við at brúka feskvatn. Hesin viðgerðarháttur riggar sera væl og lúsatølini hjá Bakkafost eru av tí sama vorðin metlág. Ein annar fyrimunur við Bakkafossi og hesum viðgerðarhátti er, at tað er møguligt at viðgera stóran fisk uttan stórvegis ávirkan á fellið.

Seinastu árini hevur vøksturin av fiskinum í føroysku sjógvalingini hjá Bakkafrost ment seg sera nógv. 2022 setti met við sera góðum vøkstri. Í triðja ársfjórðingi 2023 var vøksturin tó munandi lægri og var hetta óvæntað. Serliga illa vaksin er tann fiskurin, ið í august 2021 varð útsettur fyri vánaligari vatngóðsku á eini smoltstøð. Hetta stóðst av, at ein vatntangi á smoltstøðini varð tømdur, fyri at umvæla ein leka, sum var eitt brek frá byggingini. Hetta var gjørt í august, tá ið tað vanliga er nóg mikið av regni, men júst í august 2021 bleiv turkur í Føroyum. Lítil tilgongd av vatni førdi til verri vatngóðsku á smoltstøðini og avleiðingarnar fyri fiskin sóust í triðja ársfjórðingi 2023, tá ið fiskurin varð tikin. Hetta vísir týdningin av at hava eina javna góða góðsku á smoltinum, ið verður framleitt á smoltstøðunum.

Tann lægri vøksturin í triðja ársfjórðingi 2023 ávirkar væntaðu tøkuna í Føroyum fyri fjórða ársfjórðing, ið verður umleið 16.600 tons í kruvdari vekt. Nakað av tøku er tá útsett til fyrsta ársfjórðing 2024, fyri at fáa fiskin upp í vekt og virði. Við góðu lívfrøðini og Bakkafossi sum dygdargóðum amboði er hetta ráðiligast at gera. Ein lítil nøgd av fiskinum, ið varð ávirkaður av vánaligu vatngóðskuni, er eftir at taka í fjórða ársfjórðingi 2023.

Í smoltalingini í Føroyum hevur Bakkafrost seinastu árini áhaldandi arbeitt við at viðarimenna góðskuna av smoltunum, ið nú verða framleidd størri enn áður, sum eisini er torførari. Smoltgóðskan er ment munandi síðani fyrstu stóru smoltini vórðu latin frá smoltstøðini á Strond, men denturin á góðskumenningina hevur minkað nakað um framleiðsluna hesa tíðina. Nú verður farið undir næsta stig, sum snýr seg um at framleiða fleiri stór smolt, samstundis sum góða smoltgóðskan verður varðveitt. Útbygdu smoltstøðirnar á Norðtoftum og Glyvradali vaksa alsamt um framleiðsluna. Nýggja smoltstøðin í Skálavík fer at leggja umleið 7 milliónir smolt á 500g afturat framleiðsluorkuni og við hesari verður møguligt hjá Bakkafrost at framleiða 24 milliónir smolt árliga á 500g, sum greitt er frá í 5-ára íløguætlanini. Komandi ársfjórðingar verður høvuðsdenturin lagdur á at tryggja javna góðsku og stødd á smoltunum í Føroyum, meðan framleiðslan økist. Hetta verður ein stórur fyrimunur fyri alingina á sjónum.

Sjógvalingin í Skotlandi hevði lívfrøðiligar avbjóðingar í 3. ársfjórðingi. Serliga var tað pinku-hvalspýggjur sum gjørdi um seg, saman við øðrum undirliggjandi lívfrøðiligum avbjóðingum. Hetta er sæð árini frammanundan, men í ár komu avbjóðingarnar fyrr á árinum og eru eisini hæsaðar av fyrr. Lívfrøðiliga gongdin er sostatt batnað munandi síðani miðjan september. Øktu førleikarnir at viðgera við feskvatni hava minkað um avleiðingarnar á toknuheilsuna hjá fiskinum, sum álop av pinkuhvalspýggjum vanliga viðføra. Somuleiðis eru lúsatølini vorðin sera lág av feskvatnsviðgerini.

Av tí at lívfrøðin er batnað so mikið síðani miðjan september, hevur Bakkafrost gjørt av at minka tøkuna í Skotlandi til undir 1.000 tons i fjórða ársfjórðingi. Fiskurin verður í staðin tikin í fyrsta ársfjórðingi 2024, tá ið meira fæst fyri fiskin, tí hann er vorðin størri.

Fyri at minka um lívfrøðiligu váðarnar í sjógvalingini í Skotlandi, hevur Bakkfrost endurskoðað strategiina fyri sjógvalingina komandi árini. Ein nágreinilig váðameting er gjørd av øllum aliøkjum og váðin fyri at ala á einstøku aliøkjunum er mettur í mun til, hvør laksastamma verður nýtt, hvør smoltstøð hevur framleitt smoltini, smoltstødd og nær á árinum tað er ráðiligt at seta út í økinum. Niðurstøðan er, at Bakkafrost fer at leggja enn størri dent á at brúka egin framleidd stór-smolt, í fyrsta umfari frá Applecross smoltstøðini. Avleiðingin fyri 2024 verður, at nærum øll sjósett smolt verða latin frá Applecross. Harafturat verður ein roynd gjørd við at seta 500g smolt á sjógv í Skotlandi longu í fyrsta ársfjórðingi 2024. Ein onnur avleiðing er, at smolt ikki verða sett út aftur á summi aliøki, fyrr enn váðin er minkaður við størri hágóðsku smoltum. Nøkur aliøkir fara ikki at hava stóran fisk í sjónum í triðja ársfjórðingi, tá ið váðin er størstur.

Smoltalingin í Skotlandi mennist alsamt, við útbyggingunum av Applecross smoltstøðini. Fyrsta royndarútsetingin haðani var í mai í ár, við eini miðalvekt á 250g. Í fjórða ársfjórðingi 2023 verður fyrsta stóra útsetingin gjørd frá Applecross av smoltum við miðalvekt á 200-300g, og í fyrsta ársfjórðingi verður ein roynd gjørd við 500g smoltum. So hvørt sum smoltstøðin verður liðugt útbygd í 2024, økist útsetingin frá Applecross til 9,1 milliónir smolt á 200-300g, sum er nærum øll útsetingin fyri 2024, sum er 9,3 milliónir smolt. Frá 2025 verða øll smolt latin frá Applecross við eini miðalvekt um 200-300g. Sum ávíst í føroysku alingini, eru stórir fyrimunir við at hava stór hágóðskusmolt, tí tey vaksa styttri tíð í sjónum og eru sostatt minni útsett fyri váðar. Í triðja ársfjórðingi 2023, var miðalvektin av sjósettu smoltunum í Skotlandi 112g, ið er 5% hægri enn sama tíðarskeið árið fyri.

Smolt útseting
Bakkafrost hevur boðað frá ætlanum fyri 2023 um at seta út umleið 16 milliónir stórsmolt í Føroyum. Útbyggingarnar av smoltstøðunum á Norðtoftum og Glyvradali hava givið nógva eyka framleiðsluorku. Tískil hevur Bakkafrost gjørt av, at lata ein part av smoltunum, sum skuldu setast á sjógv í fjórða ársfjórðingi, ganga longur á smoltstøðunum og verða sjósett í januar ella februar 2024 ístaðin. Hetta minkar um lívfrøðiliga váðan og viðførir betri vøkstur við tryggum kørmum, heldur enn at seta smoltini á sjógv, tá hesin er kaldastur og størri vandi er fyri illveðri. Samlaða smoltútsetingin í Føroyum í 2023 verður sostatt 14,4 milliónir smolt, sum økist til um 18 milliónir í 2024.

Í Skotlandi verða væntandi umleið 10,5 milliónir smolt sett á sjógv í 2023 og umleið 9,3 milliónir í 2024 við eini miðalvekt um 240g. Talið av sjósettum smoltum og miðalvektin er ein av fortreytunum fyri at kunna spáa um framtíðar tøku hjá Bakkafrost.

Milliónir smolt

2024

2023

2022

2021

2020

2019

Føroyar

17,8

14,4

14,5

14,4

14,3

12,7

Skotland

9,3

10.5

10,8

11,1

10,4

12,4

Bakkafrost leggur dent á at tryggja støðugan vøkstur av smoltunum og áhaldandi menning av smoltgóðskuni. Á smoltstøðunum í Føroyum verður serligur dentur lagdur á at smoltvektin og góðskan verða javnað, tí hetta gevur betri rakstur í alingini á sjónum.

Samlaða tøkan í 2024 verður væntanti 91.000 ton av laksi í kruvdari vekt, harav 66.000 tons í Føroyum og 25.000 tons í Skotlandi. Lívfrøðin, umhvørvið og marknaðurin kunnu ávirka tøkuna. Samlaða tøkan verður væntandi býtt soleiðis:

Land

1. ársfj.

2. ársfj.

3. ársfj.

4. ársfj.

Føroyar

23%

20%

28%

30%

Skotland

23%

52%

10%

15%

Søla & Liðugvøruframleiðsla
Bakkafrost hevur seinnu árini gjørt stórar íløgur, millum annað í liðugvøruvirkið á Glyvrum. Hetta ger Bakkafrost ført fyri at tillaga framleiðsluna eftir marknaðinum á ein smidligan hátt. Í mong ár hevur Bakkafrost miðað eftir at nýta umleið 40% av tikna laksinum í Føroyum til framleiðslu av liðugvørum. Nýggja tøkugjaldið ger møguleikarnar fyri framleiðslu av sáttmálabundnum liðugvørum verri. Tískil má Bakkafrost tillaga virksemið fyri liðugvøruframleiðslu og minka um váðan av sáttmálabundnum liðugvørum. Fyri 2024 hevur Bakkafrost minkað um liðugvørusáttmálarnar til umleið 9% av væntaðu samlaðu tøkuni í Føroyum og Skotlandi. Hetta skal sammetast við somu tíð í fjør, tá ið Bakkafrost hevði sáttmálabundið 22% av tøkuni fyri 2023.

Mjøl, lýsi og fóður
Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið hjá ICES av svartkjafti fyri 2024 er 1.530 túsund tons, sum er ein hækking á 12,5% samanborið við 2023.

Framleiðslan av fiskamjøli verður væntandi høg í 2024, meðan framleiðslan av lýsi verður á einum meira vanligum støði.

Meginparturin av fóðursøluni er til føroyska og skotska marknaðin, íroknað nýtsluna hjá Bakkafrost í Føroyum og Skotlandi.

Íløgur
Á íleggjaradegnum, ið varð hildin 6. juni 2023 í Skotlandi, kunngjørdi Bakkafrost eina íløguætlan fyri tíðarskeiðið 2024-2028 áljóðandi 6,3 milliardir krónur. Ætlanin fer at kollvelta virksemið hjá Bakkafrost í Skotlandi og tryggja burðardyggan vøkstur í Føroyum eins og í Skotlandi.

Høvuðsendamálið við ætlaðu íløgunum í Skotlandi er at avrita háttin, Bakkafrost virkar í Føroyum, til Skotlands. Bakkafrost umhugsar millum annað at byggja tvær stórar orkuvinarligar smoltstøðir í Skotlandi. Við hesum fer Bakkafrost at kunna framleiða yvir 15 milliónir smolt á 500g í Skotlandi. Hetta fer at minka munandi um livfrøðiliga váðan og at økja tøkuna. Afturat hesum ætlar Bakkafrost at byggja eitt nýtt framkomið virki í Skotlandi og at gera íløgur í skip til viðgerð og flutning av laksi. Eisini er ætlanin at gera íløgur í aliútgerð á sjónum.

Íløgurnar í Føroyum í smoltstøðir viðføra, at árliga framleiðslan av smolti verður omanfyri 24 milliónir smolt á 500g. Eisini er ætlanin at umbyggja nakrar smærri verandi smoltstøðir til lívfiskastøðir, og fóðurframleiðslan á Havsbrún verður útbygd. Í íløguætlanini er eisini sett av til átøk, sum hækka gagnnýtsluna av verandi aliøkjum, eins og til nýggja alitøkni á sjónum. Við hesum gerst møguligt hjá Bakkafrost at vaksa framleiðsluna burðardygt í Føroyum uppum 110.000 tons í kruvdari vekt, sum er ætlanin at røkka í 2028.

Við íløguætlanini 2024-2028 væntar Bakkafrost at røkka einari samlaðari tøku á 165.000 tons av laksi í kruvdari vekt í 2028. Í sama tíðarskeiði ætlar Bakkafrost at uppbyggja eina samlaða framleiðsluorku á 200.000 tons av laksi í kruvdari vekt.

Fíggjarliga støðan
Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti við kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og góð fígging, geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.

Afturat hesum endurfíggjaði Bakkafrost í mars 2022 samtakið við 700 milliónum EUR, umframt møguleika fyri 150 milliónum EUR í eykafígging um neyðugt. Talan er um eina 5 ára fígging, ið kann leingjast tvær ferðir á eitt ár. Fíggingin er grøn fígging, har rentukostnaðurin er knýttur at, um ávís burðardygdsmál verða rokkin.

Hendingar eftir roknskaparlok
3. november 2023 gjørdi Bakkafrost avtalu við veitara um at byggja eina nýggja smoltstøð í Skálavík. Smoltstøðin verður 28,600m3 stór, ið er nakað tað sama sum smoltstøðin á Strond. Árliga framleiðslan verður umleið 7 milliónir smolt á 500g. Smoltstøðin er partur av íløguætlanini fyri 2024-2028, ið Bakkafrost kunngjørdi fyrr í ár. Avtalan verður fíggjað við verandi lánsavtalum hjá Bakkafrost.

Um Bakkafrost:
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum og í New Jersey, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting eru eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.778 starvsfólk (ársverk).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo