Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin fyri tað mesta gott veður við sól og lágætt ímillum landsynning og útsynning, bert eitt lítið lot. Hitin verður ímillum 10 og 15 stig.

Týsdagin frískar hann sum frálíður vindin av landsynningi og onkra løtu uppí hvassan vind ella skrið. Dagurin byrjar við sól men endar við regni, og hitin 10-12 stig. 

Mikudagin strúkur í vindi av vesturhallum suðri, smáskýggjað og sólglottar allan dagin, turt fyri tað mesta og hitin 10-12 stig.

Hósdagin verður minni vindur, gul til lot av suðri, sól fyrrapart men meira samdrigið og kanska regn seinnapart ella ímóti kvøldi, sama lýkka, upp ímóti 15 stigum har tað liggur væl fyri.

Fríggjadagin bert ein ond av ymsum ættum, sól ella sólglottar tað mesta av degnum, turt og hitin 10-12 stig.

Næsta vikuskifti verður lítil vindur, sól ella sólglottar men sunnudagin sær út til at fara at regna ein stóran part av degnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo