Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fiskimálaráðið: Arbeiðið at samskipa sonevndu MSC-góðkenningarnar av fiski úr Føroyum skal nú raðfestast hægri.

Í uppskotinum til fíggjarlóg, sum varð lagt fyri Løgtingið í dag, verður játtanin til Havstovuna hækkað. Ein partur av hesi hækking er til raðfesting av at samskipa arbeiðið við MSC-góðkenningum.

Løgtingið lækkaði í fjør játtanina til vanliga virksemið hjá Havstovuni við 500.000 krónum, men í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 verður játtanin hækkað við 1 mió. og 150.000 krónum.

Samskipa og raðfesta
Peningurin skal m.a. brúkast til at tryggja, at arbeiðsorka er á Havstovuni til at samskipa almenna partin av góðkenningartilgongdunum, og saman við vinnuni gera neyðugu raðfestingarnar, tá ið fiskasløg skulu góðkennast. Ein annar partur skal brúkast til framskrivaðar lønarhækkingar.

Góðkenningar av burðardyggum fiskiskapi frá altjóða stovnum, so sum MSC, hava vundið alsamt meira uppá seg seinnu árini.

Tryggjar góðar marknaðir
MSC (Marine Stewardship Council) er tann mest viðurkendi altjóða standardurin fyri burðardyggan fiskiskap. Góðkenningarnar frá MSC eru fortreytin fyri, at útflytarar kunnu selja fiskavørur á teimum bestu marknaðunum til tann hægsta prísin.

Góðkenningartilgongdirnar eru umfatandi og gera, at enn meira orka má leggjast í at útvega vitan um fiskastovnar og fiskiskapir.

Við hækkaðu játtanini er málið at tryggja, at arbeiðið at útvega góðkenningarnar av fiski úr Føroyum verður meira miðvíst, og at almenni leikluturin verður samskipaður betri og lagdur í eina fasta legu.

Í dag hava hýsa, upsi, longa, brosma, gulllaksur og jákupsskel úr Føroyum MSC-góðkenning.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo