Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er gleðiligt, at landsstýrismaðurin í kommunumálum, Bjarni K. Petersen, í tíðindunum í dag sigur seg vera sinnaðan at kanna viðurskiftini hjá kommununum, tá tað kemur til vantandi útboð av almennum íløgum. Tað hevur tíverri verið ein trupulleiki hjá Tórshavnar kommunu, at íløgur fyri mió. kr. ikki verða bodnar alment út.

Bert upp á tvey ár eru uppgávur fyri yvir 400 mió. kr. latnar einari fyritøku, og í óteljandi verkætlanum sleppa bert tvær fyritøkur upp í part, hóast fleiri aðrar fyritøkur hava áhuga og førleika at luttaka.

Tað er umráðandi, at vínnulívið í kommununi fær javnbjóðis treytir at virka undir, tað er eisini umráðandi at kenna rætta prísin, sum einans fæst um, arbeiðini verða boðin út, og tað er umráðandi, at fult gjøgnumskygni er í teimum kommunalu íløgunum.

Tíverri er álvarin í hesum máli nú farin at snúgva seg um, hvør segði hvat og um hvønn, har borgarstjórin spælir martyr, heldur enn at taka trupulleikan í álvara. At borgarstjórin er farin í ein orðadrátt við landsstýrismannin um hetta tænir bara einum endamáli, sum er at flyta fokus frá sjálvum trupulleikanum.

Kostnaðin av óskynsama fíggjarpolitikkinum hjá meirilutanum gjalda borgararnir. Men avbjóðingarnar eru ikki bert í útbjóðingarpolitikkinum. Tær eru munandi størri enn so og snúgva seg eisini um vantandi raðfestingar og fíggjarstýring sum heild. Avleiðingarnar av hesum eru m.a., at tíggjutals milliónir mugu setast av til rentur og avdrøg í samband við nýggj lán, at grundstykkini gerast óneyðuga dýr, og at ov lítið er eftir til alneyðugar íløgur innan dagstovnaøkið, umhvørvis-, bústaðar- og eldraøkið. Vegna vantandi fíggjarstýring so táttar skuldarmarkið hjá Tórshavnar kommunu í eina hálva álíkning, sum merkir, at áleið 60 mió. kr. skulu gjaldast árliga í rentum og avdrøgum. Hetta svarar til at kommunan kundi bygt ein nýggjan dagstovn til 80 børn um árið, eitt kjarnuøkið, sum tíverri ikki verður raðfest nóg høgt hjá sitandi meiriluta.

Lat tað vera greitt, at eftir okkara tykki hava vit sera dugnaligar fyritøkur í kommununi, tær duga sítt arbeiði, og skulu tær ikki lastast fyri støðuna við manglandi útboði. Ábyrgdin liggur fult og heilt hjá politiska myndugleikanum, sum leypur upp um garðin, har hann er lægstur.

Heldur enn at forsvara gongdina, eins og borgarstjórin ger í miðlunum nú um dagarnar, so eiga vit at tillaga og betra um fíggjarstýringina alt fyri eitt og syrgja fyri, at kjarnutænastur aftur koma í hásæti.

Tjóðveldi í Tórshavnar býráði
Gunvør Balle, Annika Olsen, Jákup Dam, Turið Horn og Elsa Berg

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo