40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fróðskaparsetrið: Fríggjadagin 9. februar kl. 15 stundisliga, heldur Elinborg Osvaldsdóttir meistarafyrilestur sín í loftsstovuni á Føroyamálsdeildini.

Heitið á meistarafyrilestrinum er: "Samanber rákini í teimum báðum fimm ára tíðarskeiðunum 1911-1915 og 2011-2015 viðvíkjandi fornøvnum, tvíburafornøvnum og millumnøvnum".

Evnið er tikið burtur úr MA-ritgerð hennara, sum ber heitið: Navnið spillir ongan. Ein viðgerð av føroyskum fólkanøvnum í tveimum fimm ára tíðarskeiðum: 1911-1915 og 2011-2015 við hugburðskanning um navnagávu og -lóggávu – við søguligum baksýni.

Ritgerðina læt hon inn 6. juli í fjør. Leiðbeinari hennara er Anfinnur Johansen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo