Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Løkshøll var fullsett í kvøld, nú eldraráðini í landnyrðingsføroyum høvdu sett palliatión og hospice á skrá. Ein av teimum sum flutti fram røðu, var formaðurin í Føroya Kommunufelag, sum eisini er borgarstjóri í Runavíkar kommunu og formaður í stýri Roðans.

Giuliano da Empoli hevur skrivað eina bók undir heitinum ”Gandakallurin úr Kreml.” Hon snýr seg í veruleikanum um Putin og serligu russisku sjórnarskipanina, men hann rør eisini aftur á sovjettíðina. Í einari samrøðu umrøður annar pápa sín, sum var ovarlaga staddur í sovjettíðini, hann hevði sína dagligu gongd í Kreml. Táið tann skipanin byrjaði at skinkla í sínum kongum, misti hann tignina og allar ágóðarnar sum flokslimur. Hann gjørdist innisælur og líktist mest av øllum einari toft av einum politiskum halgidómi, sum øll eru rýmd undan og hava andstygd fyri. Í virkna lívinum stríddist hann frá morgni til myrkurs, men táið hann brádliga gjørdist deyðiliga sjúkur, segði hann soninum: ”Nú fekk eg umsíðir eina umbering fyri at liggja undir dýnuni.”

Har lá hann nú og tók sær av løttum, roykti pípu og las klassikararnar av nýggjum: Gogol, Pusjkin og Tolstoj. Tað ljóðar undarligt, men sjúka, eisini ill sjúka, er bara ein nýggj støða. Álvari, stríð og arbeiði eru prærogativini hjá teimum fullføru. Tey, sum eru komin at lívsins endamørkum, skulu ikki longur røkka málum í foldarlívinum, tí hava tey møguleikan fyri, umsíðir vildi onkur sagt, at njóta lívið. Til endans fekk umrøddi maðurin eina heilabløðing, varð innlagdur, og nú var tað honum líkamikið hvat ið onnur hildu og meintu, tað tóktist sum deyðin in spe hevði givið honum treytaleyst ræði á sínum egna lívi, í mun til strembanina eftir at sleppa uppeftir í politiska elevatorinum í Kreml. Her er talan um tvey ymisk lív í einum lívi. Eitt virkið lív og so fyrireikingin til leiðina út á gravarmúlan.

Hugsi at tað er her á leið vit standa í dag. Til hetta høvið. Fyritreytin fyri deyðanum er lívið - og øvut. Tvey mørk sum ongin okkara fær runnið undan. Úr fornari heimspekiligari hugsan hoyra vit um memento mori: Gloym ikki at tú skalt doyggja. Rómverjar læntu hugtakið frá Sokrates & Co. og fóru at tosa um ”carpe diem” – at taka dagin, og føroyingar eru ikki heilt sørir í so máta, táið teir taka soleiðis til: Leikum fagurt á foldum, ongin treður dansin undir moldum.

Bjálkin yvir degnum í dag er palliatión í Føroyum og krøkt í hetta er fyribrigdið hospice. Álit var fyri góðum fýra árum síðan skrivað um evnið, og støðan er lítið broytt síðan. Greitt er, at støðan ikki er nøktandi. Palliatiónin liggur sum er í fleiri fláum. Grundleggjandi palliatión í heilsuverkinum kring um í landinum og serkøn palliatión við toymum og deildum á sjúkrahúsum. Tey, sum hava verið avvarðandi at sjúklingum við lívshóttandi sjúku, í hesum førinum krabbasjúku, kenna til støðuna, sum hevur verið við teimum báðum sjúkrastovunum á medisinsku seingjardeildini B6, sum er eitt tilboð til terminalar krabbameinssjúklingar. Alt er frægari enn onki, men semja man vera um, at hetta ikki hevur verið ein nóg góð ella nøktandi loysn - hvørki fyri sjúklingarnar, tey avvarðandi, læknarnar ella sjúkrarøktarfrøðingarnar. Um høpið verður flutt í sama umhvarvi, í nýggjari hølir, so eru tey flestu kortini samd um, at raðfestingin hesum viðvíkjandi hevur verið í lakara lagi.

Altjóða allýsingin um palliatión er annars: Palliativ viðgerð, røkt og umsorgan skal bøta um lívsgóðskuna hjá sjúklingum og teirra avvarðandi, tá sjúklingurin hevur lívshóttandi sjúku. Hetta verður gjørt við at fyribyrgja og linna líðingina við tíðliga at staðfesta og meta um sjúkuna og við at viðgera pínu og aðrar trupulleikar bæði av likamligum, sálarligum, psykososialum og andaligum slagi.

Palliatión og hospice-hugtakið eru á ein hátt tvær alin av sama vadmali, hóast onkur frábrigdi. Palliatiónin er væl kend í Føroyum, hóast vit, sum onkuntíð hava verið avvarðandi, og ivaleyst eisini tey, sum hava virkað í høpinum, eru samd um, at økið eigur at fáa væl hægri raðfesting.

Hospice-høpið hevur í sær eina løðing av holistiskari filosofi, har fleiri staklutir ganga saman í eina heild. Heildin er meiri umráðandi heldur enn eindin av samanstúgvaðum staklutum. Tey seinru árini er man enntá farin at tosa um eina holistiska menninskjafatan. Hetta snýr seg um umsorgan og røkt, um at gera jarðisku endatíðina hjá einum menniskja so virðiliga og jaliga sum yvirhøvur gjørligt. Um at hin av sjúku illa rakti og avvarðandi hansara samfingið kenna á sær falsloysi og treytaleysa viðurkenning av menniskjaliga virðinum.

Hospice verður umrøtt í omanfyrinevnda áliti. Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum var, at fólkagrundarlagið í Føroyum ikki er nóg stórt til bæði palliativa eind á sjúkrahúsi og sjálvstøðugt hospice burtur frá sjúkrahúsinum. Fyrimunir og vansar hanga, sum við so mongum, uppi við hesum. Fyrimunirnir eru, at sjúklingurin er í einum optimalum røktarumhvørvi við starvsfólki, sum hava servitan og royndir, at hospice kann leggjast á friðarligum og náttúruvøkrum øki burturfrá sjúkrahúsøki og at avvarðandi kunnu vera um sjúklingin alt døgnið og gista á staðnum. Hinvegin heldur arbeiðsbólkurin vansarnar vera, at hospice kan liggja langt frá sjúrkrahúsinum, at servitan ikki er tøk alt samdøgrið og at hetta er dýrasta loysnin.

Havi eg skilt tað rætt, eisini eftir fundir við eldraráð Roðans, so fær hospice-hugtakið alt meiri umrøðu í Føroyum. Tey, sum kenna til fyribrigdið úr øðrum londum, lata sera væl at hesum, bæði tá ið tað snýr seg um umstøðurnar hjá teimum ið hava linna og mestu virðing fyri neyðini, og tey sum varða av teimum sjúkuraktu.

Bæði palliatiónin og hospice møguleikin eiga nú at vera tikin upp til djúptøkna viðgerð. Hvørt í sínum lagi. Palliatiónin tí at flest øll eru samd um, at hon eigur at fáa hægri raðfesting og væl frægari kor. Hospice møguleikin eigur at vera tikin upp serskilt, tá hetta í stóran mun snýr seg um at bróta upp úr nýggjum. Eitt forum, við neyðugum førleikum, eigur at verða sett saman til tess at fyrireika uppskot um hvussu hospice funktiónin kann fáast at virka í Føroyum. Undir øllum umstøðum er undirstøðukervið í Føroyum broytt so nógv, síðan álitið varð skrivað í 2019, at geografiska plaseringin í mun til teinin frá einum sjúkrahúsi ikki er sama forðingin sum áður. Peningaligi parturin, ið verður nevndur sum ein vansi, er ein temperamentspurningur, sum má takast upp til ta tíð, vit hava ikki verið pírin annars, tá ið tað snýr seg um heilsu- og røktarsegmentið, tí eiga vit um ikki annað at fara undir eina sakliga viðgerð av møguleikanum fyri at fáa eina hospice funktión upp at standa í Føroyum. Ikki fyrrenn hetta er gjørt, eigur málið um staðseting at vera tikið upp, tá júst tann spurningurin sum oftast fær blóðið í kók hjá fólki, sum aftur kann spolera tað góða hugskotið og ta góðu ætlanina.

Tí skal mítt uppskot vera, at umboð fyri allar viðkomandi geirar verða sett í ein bólk, til tess at fáa formligt grundarlag lagt fyri møguleikanum at skipa hospice virksemi her í landinum.

Øll, sum sita undir hválvinum her í dag, hava vitað, síðan skilið var so frægt, at hin jarðiski deyðin bíðar okkum, líkamikið hvat ið vit nú einaferð gera og hvussu vit geberda okkum her í lívinum. Tað gongur ymiskt á, í hvørjum einstøkum føri, táið deyðin fer í holt við endaprocessina, men tað er ein staðfestur veruleiki, at fleiri av okkara medmenniskjum heilt víst koma í hesa vanlukkuligu støðuna, at endatíðin gerst óvanliga strævin bæði fyri kropp og sál. Tá er tað, at einastu ráðini eru hin góða hjálpin, sum einstaklingar og samfelag fáa givið teimum av linnandi viðgerð á ymsum mótum.

”Tað, sum hevur verið, tað skal verða, og tað, sum hevur hent, tað skal henda; einki er nýtt undir sólini.”

Kristian Osvald Viderø prestur skrivar í bókini „Frá landi á fyrsta sinni“: „Nú er hann farin – men tað er lívsins gongd – maður er ætlaður at ganga burtur – vær skulum læra at ganga burtur – stórt er lívsins hav og djúpt – tað er hin lívsins torvelda siglingarfrøði at læra – gloymi hetta ikki –„

Leikum fagurt á foldum, ongin treður dansin undir moldum. Tað ræður um at liva, sum um hvør dagur var hin seinasti - og at arbeiða sum um at tú fert at liva ævigt.

Í grundini snýr okkara jarðiska løta seg í høvuðsheitum um eitt virkið lív og so fyrireikingina út á gravarmúlan. Rásin ímillum vøggu og grøv.

Takk fyri høvið.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo