Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Í vikuni, sum fór, komu boðini um, at Høgni Mohr úr Havn andaðist 13. november, 96 ára gamal. Fjørður hansara er rógvin og árarnar lagdar inn. 

Hugfarsligt var at koma inn til Onnu Berthu og Høgna. Hann sigldi úti á ungum árum, og áhugvert var at hoyra um tilburðir burturi í londum. Sum prátið kom í hæddina, plagdi Anna Bertha at borðreiða við kaffi og køkum. Ógloymandi løtur. 

Høgni var elstur av fýra systkjum, føddur 6. oktober 1927. Foreldrini vóru Denna og Kjartan Mohr. Systkin Høgna vóru Poul, Margretha (Diddan) og Jens. Nú er bara Jens eftir. Høgni giftist Onnu Berthu av Strondum, dóttur Bartal Johansen í Kass og Súsonnu f. Lamhauge úr Lamba. Børn Onnu Berthu og Høgna eru Bjarti og Kristianna.

Ommu- og abbabørnini eru fimm og langommu- langabbabørnini trý.  

Eftir staðið realprógv í 1944 fór Høgni við sluppini Álaker til Íslands at keypa fisk at selja á bretska marknaðinum. 

Eftir kríggið, í 1946, fór hann til stroks, út at sigla, og var burtur í fleiri ár. Mynstraði fyrst sum deksdrongur, so jungmaður, lættmatrósur og matrósur. Var við donskum og svenskum skipum. Kom loksins heimaftur og fór á stýrimansskúla í Havn.

Hesi árini á heimshøvunum vóru honum ógvuliga góð. Fríur sum fuglurin longdist honum ikki eina løtu heim. Sigldi nógv millum Amerika og Fjareysturs, og í Nagasaki í Japan, har atombumban fall, var skipið, hann var við, tríggjar vikur í dokk. Í Amerika var so gott at vera, at Høgni umhugsaði at fara í land og gerast amerikanskur ríkisborgari. ”Men so kom eg heim, hitti mína fittu konu, og ferdigt var,” legði hann afturat. 

Lítandi aftur um bak segði Høgni seg bert angra, at hann ikki mynstraði við einum av stóru seglskipunum, fullriggarunum, sum tá framvegis sigldu við farmi um heimshøvini. 

Eftir at hava tikið stýrimansprógv í Føroyum í 1953 sigldi Høgni sum yvirmaður við skipi hjá ØK. Skipsføraraprógv tók hann í Svendborg í 1954 og mynstraði síðan við Tjaldrinum og seinni Bliki hjá Skipafelagnum. Skeiðið 1955-56 var hann lærari á Sjómansskúla Føroya, sum lærustovnurin hesa tíðina nevndist.

Í 1958 varð Høgni havnarmeistari í Havn. Komandi árini varð havnarlagið nógv útbygt, og eftir nærum 30 árum í starvinum gjørdist hann býráðsskrivari í Havn. Hesum starvi sat hann í, til hann fór frá við eftirløn.

Í búnum aldri fór Høgni at lesa á Fróðskaparsetri Føroya. Tók í 1995 grundútbúgving í søguvísindum, varð í 1996 BA í søgu og siðsøgu og í 1999 cand.phil. Í cand.phil. ritgerðini viðger Høgni leiklut Thorstein Petersens í føroyskum samfelagslívi árini 1932-1960.

Í føroyskum dansi hoyrdist vakra og eyðkenda røddin burturúr. Høgni var góður kvøðari, og tá ið hann skipaði Brynhildar tátt, gekk dansur. 

Eg kom at kenna henda dámliga og siðiliga mannin fyri mongum árum síðani. Abbi hansara, Jens Mohr, hevði skiparaskúla í Havn, og tá ið bókin ”Sigling & útbúgving I” varð skrivað, lænti Høgni mær skjøl. Hetta eri eg honum sera takksamur fyri.

Friður veri við minninum um Høgna Mohr.

Óli Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo