40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Komandi fríggjadag er mentanarnátt á Tvøroyri, og tá verður ymiskt áhugavert á skrá í Pakkhús 5.

Umframt framsýningina á miðhæddini, ið sigur frá søguni um felagið T.F.Thomsen, verður nýumvældi kjallarin í gamla pakkhúsinum latin upp fyri almenninginum.

Har ber til at síggja tommin, ið bjargaði monnunum av sluppini Albert, umframt lutir og frasagnir um tær vørur, T.F.Thomsen keypti inn, framleiddi og flutti av landinum.

Og tað er í kjallaranum, at journalisturin og rithøvundurin Helgi Jacobsen fer at halda fyrilesturin “Tvøroyri og heimsins besti klippfiskur”.

Til ber eisini at sessast og njóta eina Slupp, sum til høvið hevur fingið etikettir við ymiskum sluppum hjá Thomsen. Inntøkan av søluni fer til víðari menning og rakstur av savninum í Pakkhús 5.

Skráin er henda:

• Kl. 16.00 – 21.00  Savnið í miðhæddini og kjallaranum er opið. Til ber at keypa Slupp við seretikett, og á grundini uttanfyri hongur stórt kort, ið sýnir øll føroyskt skip, ið eru farin við Ísland í tíðarskeiðnum 1870 – 2015. 

• Kl. 16.30  “Tvøroyri og heimsins besti klippfiskur”. Fyrilestur hjá Helga Jacobsen.

Ókeypis atgongd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo