40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tryggir og góðir møguleikar at menna handilsvinnuna, útbúgvingarumhvørvið og ferðavinnu. Og fram um alt ein livandi og fjølbroyttur miðbýur við nógvum upplivingum til gagns fyri borgarar í øllum aldri.

Fríggjakvøldið kl.19.30 verður borgarafundur um miðbýarætlanina í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu.

Birita Wardum, býararkitektur, fer at kunna og greiða frá um miðbýarætlanina, sum Tórshavnar kommuna í hesum døgum almannakunnger.

Miðbýarætlanin er kommununnar uppskot til eina ætlan fyri miðbýin. Stungið verður út í kortið yvirskipaðu hugsanirnar um henda býarpart. Í ætlanini eru ítøkilig uppskot, sum menna og endurnýggja miðbýin – bæði bygningar, øki og vegir. Her eru smá tilboð í gerandisdegnum og stórar verkætlanir, sum verða framdar 10-15 ár frammi í tíðini.

Miðbýarætlanin verður endurskoðað javnt og samt soleiðis, at mál og mið støðugt eru dagførd og hóska seg til nútíðina.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin, og Tróndur Sigurðsson, formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini, fer eisini at siga nøkur orð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo