40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Virðislønir M.A. Jacobsens 2015 vórðu í dag handaðar á almennari samkomu í Müllers pakkhúsi. Tríggjar virðislønir vórðu latnar: Carl Jóhan Jensen fær virðislønina fyri fagrar bókmentir, Jóan Pauli Joensen fær virðislønina fyri yrkisbókmentir, og Jákup Veyhe fær virðislønina fyri mentanaravrik.

Síðan 1958 hevur Tórahavnar Býráð latið mentanarvirðislønir í navni Mads Andreas Jacobsens (1891-1944). Umframt at vera sera virkin rithøvundur, ummælari og ritstjóri, var M.A. Jacobsen bókavørður, løgtingsmaður og borgarstjóri í Havn.

Tríggjar ferðir Carl Jóhan Jensen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2015 verður latin Carl Jóhan Jensen fyri skaldsøguna Eg síggi teg betur í myrkri, sum kom út í 2014. Carl Jóhan Jensen hevur fingið somu virðirløn tvær ferðir áður, í 1989 og í 2006. Í grundgeving sínari sigur nevndin, at bókin Eg síggi teg betur í myrkri hugtekur við sínum ríka málburði, frásagnarligu útgreiningum og síni samsettu søgugongd.

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir er kr. 35.000 kr. Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum tók ímóti virðislønini vegna Carl Johan Jensen.

Jóan Pauli Joensen virðisløn fyri verk um matmentan
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2015 verður latin Jóan Paula Joensen fyri bókaverkið Bót og bita, 1 og 2, frá 2015. Í grundgeving sínari sigur nevndin, at verkið er úrslit av forvitni og frásagnarfrøi hjá nærløgdum granskara, og at tað er týðandi íkast í siðsøguliga mentanarvarðan.

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir er kr. 35.000 kr.

Virðisløn fyri sjáldsama góðar skemtigávur 
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2015 verður latin Jákupi Veyhe. Nevndin sigur í grundgeving sínari millum annað, at Jákup, heilt síðani hann hermdi eftir Atla P. Dam, løgmanni, hevur ríkað okkum við sínum framúrskarandi sjónleikaraevnum og sínum sjáldsama góðu skemtigávum. Harafturat hevur Jákup við Klippfisk saman við øðrum slóðað fyri eini spennandi framtíð í føroyskari filmsframleiðslu.

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik er kr. 35.000 kr.

Nevndin
Í nevndini fyri Virðislønir M.A. Jacobsens eru Erling Isholm, Jákup Jacobsen og Heri Ólason Dam, vald av býráðnum, Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er býarbókavørðurin.

Fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo