40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Í sambandi við eina av útgávunum av tíðarritinum hjá stóra bilframleiðaranum, eru fotografar komnir til Føroya at taka upp og skriva um føroysku fyritøkuna PM, sum hevur brúkt Mercedes bilar í 42 ár, og bara brúkt Mercedes bilar.

Poul Michelsen sigur í stuttari viðmerking við VP, at ætlanin er at fotografarnir skulu koyra runt landið við bilunum, teir eru vesturi í Vágum í dag, og ein túrur verður eisini gjørdur í Eysturoyartunnilin, har upptøkur verða gjørdar í rundkoyringini um náttina.

- Vit hava havt eitt gott samstarv við Mercedes, sum designar okkara bilar til okkara brúk, og vit eru fegnir um at teir til komandi útgávu av tíðarritinum hava valt okkum og Føroyar, sigur Poul Michelsen.

Myndir: Ólavur Frederiksen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo