40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Flaggdagin er Merkið vundið í húnarhátt. Samleiki føroyinga veittrar í tí makliga várlotinum. Merkið sigur frá, at vit eru ein serstøk tjóð í vøkrum oyggjalandi. Sjálvt um lond líkjast, og livilíkindi eru nøkulunda tey somu aðrastaðni, so er heimið, har vøggan stóð. Vit, ið búleikaðust sum útisetar, valdu at koma heimaftur til røturnar.

 

Undir Merkinum var løtan lagalig til hugsan. Tað tjóðskaparliga, tað mentanarliga og tað løgfrøðiliga myndaðu í smáum brotum hugsanina árla á morgni.

 

Hugsanin dvaldi við sannleikan, at Merkið ber krossins merki. Tað er valla tilvild, tí tað er at undirmeta tey hugsjónarfólk, ið gingu á odda í tjóðskaparstríðnum. Merkið ímyndar ein brennandi alsk til landið, fólkið, mentanina og tey virðir, ið eyðkenna og mynda føroysku fólkasálina.

 

Krossurin í Merkinum er fremsta ímyndin av kristnari fatan. Hóast talan er um eitt amboð til týning av lívi, gjørdist myndevnið vón teirra mongu, ið liðu órættvísa viðferð í síni samtíð. Við uppreisn Jesu Krists páskamorgun er krossurin vorðin tann ímynd, ið prædikar boðskapin um ein livandi frelsara. Ein tómur krossur og ein tóm grøv vísa til tað frælsa lívið, ið Kristus vann okkum.

 

Merkið lýsir støðuna og huglagið í landinum. Tá ið tað er vundið í húnarhátt ella kvøður sorgblítt á hálvari stong, hevur tað tvinni festi. Annað festið er í erva, og hitt festið er í neðra.

 

Á sama hátt er við tilveru manna. Okkum tørvar eitt festi í erva, ið er línan til Guðs kærleika í Jesusi Kristi. Okkum tørvar eitt festi í neðra, ið er línan til medmenniskjað og samfelagið. Hesi bæði festini avgera virðið av jarðarlívinum og ævinleikan.

 

Merkið sum samleiki føroyinga telur einans 100 ár. Myndevnið er munandi eldri. Kristi krossur saman við tí kristna boðskapinum festi røtur í mentanarligari og løgfrøðiligari hugsan í Vestur Evropa.

 

Søga teirra kristnu er ikki einvíst vøkur. Tað er tó alment kent, at hin kristna lívsáskoðanin broytti hugsunarháttin í tí rómverska ríkinum til tað betra. Bæði mentanin og løgfrøðin vístu spakuliga vegin til tað, ið vit í dag taka sum eina sjálvfylgju, t.d. mannarættindi, javnbjóðis viðurskifti millum kynini og valrætt.

 

Fyri okkum í 21. øld er tað torført at skilja, at kvinnan so álvarsliga hevur verið undirmett í mun til mannin. Í tí rómverska ríkinum var tað als ikki óvanligt, at gentubørn vórðu sett út á heiðarnar ella út um bøgarðin, so villini djór kundu gera av við tey. Á ynskilistanum stóðu dreingjabørn. Gentubørnini høvdu eitt munandi lægri virði millum foreldrini og fatanina í samfelagnum.

 

Eitt bræv er til skjals frá tíðini um tað mundið, tá ið Jesus var føddur. Tað er skrivað av einum manni, ið kallaðist Hilarion. Brævið er skrivað til konuna, ið gekk við barni.

 

Í brævinum biður Hilarion konuna taka sær væl av barninum, um hon føðir, áðrenn hann kemur heimaftur. Samstundis gevur hann konuni boð um at sleppa sær av við barnið, um talan er um eina gentu.

 

Í grikska- og rómverska ríkinum varð virðið av einum barni mett í mun til tað, ið barnið væntandi megnaði at avrika sum vaksin. Virðið lá í metingini av barninum sum vinnutól. Í slíkari samfelags fatan og mentan var tað eyðsýnt, at børn, ið bóru brek, vórðu sett til síðis at doyggja.

 

Henda hugsanin er fremmand á okkara leiðum. Sum foreldur meta vit børnini sum okkara størsta ríkidømi uttan mun til førleikan. Kristna fatanin av mannalívinum, at vit eru skapt í Guðs mynd, broytti hugsanina um menniskjað og javnmetti dreingja- og gentubørn.

 

Við atliti at samfelagsskipan og valrætti er tað áhugavert, at kirkjan ikki altíð hevur verið eftirbátur. Fyrstu ferð kvinnurnar í danska ríkinum sluppu á fólkaræðisligt val var til kirkjuráðsvalið í 1903. Í 1918 høvdu kvinnurnar valrætt til fólkatingið.

 

Kvinnurnar hava altíð dugnað kirkjuni. Tær stóðu tætt við Jesu krossfesting og sóu, hvar hann varð lagdur til hvíldar. Tær bóru sum tær fyrstu evangeliið um Jesu uppreisn. Her heima kunnu vit í nýggjari tíð nevna t.d. missiónina, sunnudagsskúlan, trúboðarar, kirkjutænarar og prestar.

 

Kvinnurnar hava eyðvitað dugnað samfelagnum andaliga og handaliga. Við kristnu trúnni fingu tær í størri mun enn áður ábyrgd av uppaling barnanna. Í øldir løgdu tær í børnini spíran til nútíðar hugsan um mannvirði og sosialt medvit.

 

Undir Merkinum kom fram fyri meg lýsingin í Svf týskvøldið í hesi vikuni. Kvinnuhúsið varpaði ljós á samfelagsins skuggasíðu. Í góðveðri varð boðað frá ódnarveðri, – harðskapur í hjúnalagi og samlívi. Vit sóu ein ketil á skíggjanum og hoyrdu eitt barn siga, at babba royndi at stoyta kókandi heitt vatn á mammu.

 

Flaggdagin verður borin ein hjartans tøkk til Kvinnuhúsið fyri góðan samfelagsligan gerning í mong ár. Teimum kvinnum, ið verða raktar av harðskapi til hjálpar, lívd og vernd. Stóra tøkk fyri arbeiðið. Amen.

 

Orðið: ”Tit menn, elskið konur tykkara og verið ikki beiskir við tær!” (Kolossubrævið 3,19).

 

Heimild: Halvor Nordhaug & Henrik Syse, “Hvor kristent skal Norge være?”, Vårt Land Forlag, Oslo 2016.

 

Jógvan Fríðriksson

biskupur

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo