Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

MEST: Henda fyrsta av tveimum tvíkiljum frá MEST til Hiddenfjord, bleiv handað Marjun Wilhelm, Leiðara fyri Sjógvaling hjá Hiddenfjord, í gjár. Næsta tvíkiljan til Hiddenfjord verður latin í mars 2024.

Tann nýggja tvíkiljan, sum hevur fingið navnið “Heldarsgjógv”, er bygd til aliøki í Vestmanna og Fútakletti og fær heimstað í Vestmanna. Tvíkiljan fekk góð skotsmál á degnum frá Hiddenfjord manningini.

Á samkomu í matarhøllini hjá MEST vóru eini 120 fólk savnaði til eitt hátíðarhald har stjórin á MEST, Mouritz Mohr, helt eina stutta røðu. Í røðuni takkaði hann Hiddenfjord fyri fyrimyndarliga gott samstarv – og gav starvsfólkunum hjá MEST rós fyri væl úr hondum greitt arbeiði.

Nýggja tvíkiljan, sum er nýbygningur 116 á MEST, er 16 m long og 8 metrar breið. Tvíkiljan er útgjørd við einum stórum MELCAL krana av støddini 80 tons, 2x500 HK Volvo Penta høvuðsmoturum, einum 250 kW Volvo Penta hjálpimotori og 20 tons deksspæli. Tvíkiljan er útgjørd við eini nótavaskiskipan frá Akva Group – so at báturtin er útgjørdur til eisini at vaska nótir.

Báturin hevur tvær síðuskrúvur.  

Nýggja farið er útgjørt við WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo