Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

MEST: Tann fyrsta av tveimum tvíkiljum til Hiddenfjord fór av bakkastokki í dag. Tvíkiljan verður nú royndarsigld komandi dagarnar og seinastu snøklarnir fingnir til høldar.

Henda fyrra tvíkiljan, Heldarsgjógv, verður skrásett í Sandavági og verður latin í komandi viku. Tvíkiljan verður latin til avtalað tíð, góðsku og prís.

Frá einum burðardygd sjónarhorni er her talan um eina “stuttflutta” vøru, tí bæði skrokkur og øll byggingin er farin fram í Føroyum. Líka frá fyrsta strokinum í tekniforritinum, umvegis skering og sveising av stálinum til og við el-arbeiðinum og liðugtmonteringini av útbúnaði og apteringini umborð.

- Tað er sera umráðandi hjá okkum at varðveita vitanarstørv og okkara førleikar at byggja skip her í Føroyum. Og tað er henda uppgávan fyri Hiddenfjord eitt dømi um, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo