Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

SSL: Skipasmiðjan MEST fer at prosjektera tær báðar ferjurnar, ið Strandferðslan fer undir at byggja í 2025 og frameftir. Fyri tørni fyrst stendur Kalsoyarferjan og síðani ferjan til Fugloyar- og Svínoyarleiðina.

- Vit hava valt at prosjektera ferjurnar í senn, so at skipaslag, tilfar og útgerð koma at líkjast sum mest, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni.

Prosjekteringin tekur níggju mánaðar, og byggingin verður boðin út á heysti 2024. Byggingin av Kalsoyarferjuni byrjar í 2025, og ferjan er ætlað at fara í sigling seinast í 2026.

Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum fegnast um tilgongdina: - Hetta er eitt týðandi stig á leiðini at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni, sigur landsstýrismaðurin.

Fýra veitarar blivu bodnir við til undangóðkenning, og tveir lótu tilboð inn. Av hesum metti Strandferðslan tilboðið frá MEST at vera tað besta.

- Tað er við við góðum treysti og hugi, at vit fara í gongd við at prosjektera hesar ferjurnar fyri Strandferðsluna, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo