Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Fríggjadagin 1. mars skipaði Havbúnaðarfelagið fyri árligu Aliráðstevnuni. Upp ímóti 450 luttakarar luttóku á ráðstevnuni í ár, og ongantíð áður hevur luttakaratalið verið so stórt sum hesuferð.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum setti Aliráðstevnuna, har fólk úr alivinnnuni, granskingarstovnum, undirveitarum til alivinnuna og frá almennum myndugleikum luttóku.

Á skránni vóru bæði styttri og longri framløgur um gongdina í føroysku alivinnuni, og aðrar framløgur sum viðgjørdu ymisk áhugaverd og aktuel evnir í alivinnuni í løtuni.

Eisini vóru framløgur um ymiskar avbjóðingar sum alivinnan hevur.

Á Aliráðstevnuni eru eisini góðir møguleikar at netverka, og nógv nýttu møguleikan at fáa eitt prát við fólk í og kring alivinnuna.

Framløgurnar frá degnum verða lagdar út á heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum.

Aliráðstevnan er árligt afturvendandi tiltak, sum Havbúnaðarfelagið skipar fyri, og komandi ár verður Aliráðstevnan eftir ætlan hildin fríggjadagin 7. mars 2025.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo